Heilt stóra ítróttastevnan í desembur er endaspælið í kvinnuhondbólti. Annað hvørt ár er talan um evropameistaraheitið og annaðhvørt ár um heimsmeistaraheitið. Heilt nógvir føroyingar fylgja við í hesum kappingum
Hondbóltsglaðu grannar okkara úr Noreg og Danmark skuldu hýsa endaspælinum. Men, fyri viku síðani boðaðu tey úr Noreg frá, at tey ikki eru sinnaði at hýsa kappingini kortini. Koronareglurnar í landinum siga, at um ein, altso ein einstakur, leikari á einum liði verður staðfestur smittaður, so verður liðið koyrt úr kappingini. Og ikki nóg mikið við tí, tí seinasta mótstøðuliðið verður somuleiðis tveitt til hús.
Síðani hava danir hildið dyrnar á gloppi fyri at fyriskipa endaspælinum einsamallir. Tað er tó ikki so einfalt. Eitt er tann fíggjarligi parturin. Við bt.dk sigur Morten Stig Christensen, aðalskrivari í Dansk Håndbold Forbund, at upprunaliga varð roknað við einum lítlum yvirskoti. Men nú stara tey niður í eitt stórt undirskot, serliga tí at ongir áskoðarar sleppa til dystirnar. Tí má onkur stórur stuðul veita fígging til tiltakið. Ella má evropeiska hondbóltssambandið, EHF, veita dønum peningaliga trygd.
Og so er tað seinasti og seiðasti snávingarsteinurin – donsku mynduleikarnir. Fyri endalilga at taka stóru uppgávuna upp á seg, skulu donsku mynduleikarnir geva loyvi til tess. Formaðurin í DHF, Per Berthelsen, hevur í kvøld heilt ringt mót. Teir høvdu sett fríggjadagin, altso í gjár, sum seinastu freist at fáa svar frá mentamálaráðharranum, men enn hava teir onki frætt. Við bt.dk sigur Per Berthelsen, at hann hevur ringt mót um, at hann í heila tikið fær nakað svar frá mynduleikunum.
Í kvøld hevur andstøðan í fólkatinginum, so kallaði blái blokkurin, sóknast eftir svari. Danski mentamálaráðharrin, Joy Mogensen, sigur seg arbeiða hart við málinum, og at tað í síðsta enda snýr seg um, at tað skal vera heilsufrøðiliga ráðiligt.
Longu mánadagin møta ymsu landsliðini til venjingarlegur runt um í Evropa, har tey fyrireika seg til endaspælið. Tí er týdningarmikið, at tey finna fram til, um endaspælið í heila tikið verður avgreitt.
Eftir ætlan verða fyrstu dystirnir floytaðir í gongd tann 3.desembur.