Í hesum døgum verða nøkur ross kannað í Skaftárhreppur kommunu, fyri at vita um íleguhópurin er øðrvísi hjá hesum rossaslag enn hjá restini av íslendska hestastovninum.
Tað skrivar íslendski miðilin Vísir.
Hesi rossini hava livið avbyrgd tey seinastu 60 árini. Tey hava ongantíð verið í rossafjósi, hógvarnir eru ongantíð blivnir kliptir og tenninar eru heldur ongantíð bustaðar. Rossini eru ógviliga væl fyri kropsliga, men eru nakað smærri enn onnur íslendsk ross.
Rossini eru nú flutt til ein garð í Holt, har serfrøðingar nú taka ymsar royndir, so tað kann staðfestast, um hetta veruliga er eitt annað rossaslag. Sambært ein av serfrøðingunum, Óðinn Örn Jóhannsson, eru rossini í góðum fysiskum standi, hóast rossini eru smá. Hann sigur, at tað er munandi munur millum hesin rossini og hini íslendsku rossini. – Hesi síggja út til at vera eitt heilt annað rossaslag, sigur hann við miðilin.
Eigarin av garðinum, Kristin Guðnason, sigur, at hann ongantíð hevur sæð tílík ross áður.
– Hesi rossini eru ótrúliga lítil, og at síggja til er ikki nógv avkom, sigur hann og leggur afturat:
–Rossini eru vinalig og tað sær út til, at hesi rossini eru góð til at tilpassa seg nýggj umhvørvi, sigur Kristin Guðnason við Vísir.