Kroatia telist millum drúgvu europeisku fótbóltstjóðirnar. Kroatia hevur verið við í øllum EM endaspølunum síðani 2004, men tað er ikki eydnast Kroatia at vinna seg í hálvfinalu í EM. Besta úrslitið í endaspæli var í HM endaspælinum í Russlandi í 2018, tá ið Kroatia tapti finaluna 4-2 ímóti Fraklandi, og í 2022, tá ið Kroatia vann bronsudystin ímóti Meksiko 2-1.
Fyrr í hesi øldini var Spania av álvara á fótbóltstoppinum. Spania vann EM í 2008, Spania vann HM í 2010, og aftur í 2012 var Spania EM vinnari. Síðani hevur tað verið hópin meiri soltið, hóast tað í EM endaspælinum í Onglandi eydnaðist at røkka hálvfinaluni, sum Spania tapti eftir longda leiktíð og brotssparkskapping ímóti Italia.
Kendasti spælarin hjá Kroatia vinnur stóra løn í Madrid. Luka Modric, sum hevur spælt 170 landsdystir, hevur í nógv ár verið í Real Madrid. Modric og Real Madrid vunnu fyri stuttum finaluna í Champions League. Har var Luka Modric í nógv ár stuðulsspælari. Nú er 38 ára gamli kroatiski landsliðsspælari sera væl kvalifiseraður spælari við ikki so týdningarmiklum leikluti, sum hann áður hevur havt.
Á kroatiska landsliðnum er Modric framvegis lyklaspælari á miðvøllinum.