Hóast stóra afturgongd, so eydnaðist tað allíkavæl Angelu Merkel og flokki hennara Kristindemokratarnir (CDU) at endurvinna týska samveldisvalið. Hin samgonguflokkurin seinastu fýra árini, týski javnaðarflokkurin, Sosialdemokratarnir (SPD), fingu hinvegin sítt vánaligasta valúrslit síðani 2. veraldarbardaga. Størsti bragdið stóð tó høgra víðgongdi flokkurin Alternativið fyri Týskland fyri. Teir komu úr nærum ongum og gjørdist triðstørsti flokkur á samveldisvalinum.
Móðir Merkel
Angela Merkel, sum týskarar kerliga kalla fyri Mutti Merkel ella Móðir Merkel, varð fødd Angela Dorothea Kasner tann 17. juli 1954 í Hamburg í Vesturtýsklandi. Sum heilt lítil flutti hon til lítla býin Perleberg, tá pápi hennara fekk prestaembæti har. Perleberg er høvuðsstaður í økinum Prignitz í føderala landspartinum Brandenburg í Eysturtýsklandi. Tá í tíðini búðu eini 17.000 fólk í Perleberg. Í 1977 giftist hon við Ulrich Merkel, og tók sær eftirnavn hansara. Tey skiltust aftur í 1982, men hon valdi tó ikki at skifta eftirnavn aftur.
Í 1986 gjørdist hon doktari í kvantukemi og arbeiddi sum granskari fram til 1989. Í byrjanini av kollveltingini í 1989 trein hon inn á politiska vígvøllin, og var hon eitt stutt skifti varatalskvinna fyri fyrstu demokratiskt valdu stjórnina í Eysturtýsklandi í 1990. Við sameiningini av Eystur- og Vesturtýsklandi í 1990 bleiv hon valdi í týska Samveldistingið, og er hon vorðin afturvald líka síðani tá. Fyrrverandi samveldiskanslarin Helmut Kohl tók hana undir sítt veingjabreiði, og var hon ráðharri fyri kvinnur og ung í stjórnini hjá Kohl í 1991, og í 1994 gjørdist hon ráðharri fyri umhvørvi, náttúruvernd og kjarnorkutrygd.
Leiðarinnan av frælsa heiminum
Eftir at flokkur hennara CDU tapti samveldisvalið í 1998, gjørdist hon fyrst aðalskrivari fyri flokkin, og í 2000 eydnaðist tað henni at gerast leiðari av flokkinum, sum fyrsta kvinna nakrantíð. Hon gjørdist samveldiskanslari í 2005, og hevur røkt sessin líka síðani tá. Hon er kend fyri at vera bæði hóvlig og rólig. Hetta kom serliga til sjóndar, tá fyrrverandi samveldiskanslarin Gerhard Schröder úr Sosialdemokratunum SPD í 2005 segði, at hann og flokkur hansara fóru aldrin at góðtaka, at Merkel gjørdist nýggjur samveldiskanslari. Hon staðfesti turrisliga: ”Tú og tín flokkur hava ikki meiriluta longur.” Schröder fór frá og Merkel tók við.
Eftir at Donald Trump tók við sum forseti í USA í januar í ár, og eftir at hann tók fleiri minni hepnar heimspolitiskar avgerðir – eitt nú at melda USA út úr París veðurlagsavtaluni – byrjaðu miðlarnir at kalla Angelu Merkel fyri nýggja leiðarin av frælsa heiminum. Hetta heitið hevur annars verið tilskilað amerikanska forsetanum síðani 1. veraldarbardaga. Til fundin millum Angelu Merkel og Donald Trump skrivaðu miðlarnir heldur speiskliga, at ”Leiðarin av tí frælsa heiminum møtir Donald Trump”.
Týdningurin av Týsklandi
Sum tølini í hesi grein vísa, so er Týskland ein ógvuliga týdningarmikil politiskur spælari – bæði í Evropa og í øllum heiminum. Í Evropeiska Samveldinum ES er Týskland greitt størst, og hevur eisini leingi virkað sum óalmenni leiðarin av ES. Vesturtýskland var millum tey seks upprunalondini, sum stovnaðu teir felagsskapir, sum seinni skuldu menna seg til at gerast tað ES, vit kenna í dag. Í búskaparliga hóttafallinum hjá ES fyri fáum árum, har serliga Grikkaland hevði tað fíggjarliga trupult, var tað Móðir Merkel og Týskland, sum stýrdu slagnum, at fáa ES upp á turt aftur.
Týskarar og støðufesti
Ein av hægstu raðfestingunum hjá týska veljaranum er støðufesti – stabilitetur. Ongar óvæntaðar hendingar, takk! Seinastu 35 árini hevur Týskland einans havt tríggjar samveldiskanslarar. Helmut Kohl úr CDU tók fyrstu ferð við sum samveldiskanslari tann 1. oktober 1982. Hann megnaði at gerast samveldiskanslari fimm reisur, og sat í sessinum í yvir 16 ár út í eitt til tann 27. oktober 1998.
Helmut Kohl var sostatt samveldiskanslari, tá Eystur- og Vesturtýskland løgdu saman aftur í 1990. Eftir hann tók Gerhard Schröder yvir. Gerhard Schröder var valdur fyri týska javnaðarflokkin Sosialdemokratarnar SPD, og sat hann tvær reisur í sessinum, til tann 22. november 2005. Síðani 22. november 2005 hevur so Angela Merkel verið samveldiskanslari. Hon hevur higartil sitið tríggar reisur, svarandi til umleið 12 ár, og fer nú mest sannlíkt undir sítt 4. umfar sum samveldiskanslari.
Sosialdemokratarnir mynstra av
Enn er nýggj stjórn ikki skipað. Men longu valkvøldið boðaðu Sosialdemokratarnir (SPD) frá, at teir fóru ikki at halda fram í stjórn saman við Merkel og Kristindemokratunum. Hetta hóast at teir væl kundu gjørt tað, tí flokkarnir báðir hava yvir helmingin av tingsessunum. Men SPD fekk sítt vánaligasta valúrslit hesumegin 2. veraldarbardaga, og metti formaðurin Martin Schulz, at skilabest var at verða í andstøðu komandi valskeið. Tað kann vísa seg at vera ógvuliga trupult at vera lítlibeiggi í eini stjórn, har Angela Merkel er stórasystir – ella rættari sagt móðir.
Alternativið fyri Týskland (AfD)
Stóri vinnarin av týska samveldisvalinum sunnukvøldið, í øllum førum tá hugsað verður lutfalsliga, gjørdist høgravíðgongdi flokkurin Alternativið fyri Týskland (AfD). Teir fóru úr 4,7% upp í 12,6%. Av tí at markið fyri at sleppa á samveldisting í Týsklandi er 5% av atkvøðunum, var hetta fyrstu ferð at AfD kom í Samveldistingið, og fingu tey heili 94 av 709 tingsessum. Flokkurin sá dagsins ljós í apríl 2013, og gjørdist júst ov stuttur á samveldisvalinum í september 2013.
Flokkurin verður millum annað samanborin við Danska Fólkaflokkin í Danmark, Svøríkisdemokratarnir í Svøríki, Framburðsflokkin í Noregi, Front National í Frankaríki, Frælsisflokkin hjá Geert Wilders í Niðurlondum og Frælsisflokkin í Eysturríki hjá Jörg Haider, sála. Men undirstrikast skal, at tað er í dag rættiliga ymiskt, hvussu víðgongdir hesir flokkar eru. Í Noregi situr Framburðsflokkurin í stjórn, og í Danmark hevði Danski Fólkaflokkurin uttan trupulleikar sloppið í stjórn – um tey bert ynsktu hetta sjálvi.
Forkvinnan niðurstemmað
Eisini er tað ógvuliga ymiskt, hvat verður góðtikið av teimum ymsu flokkunum, tá tað kemur til víðgongdar útsagnir og tílíkt. Til dømis er linjan í Danska Fólkaflokkinum gróthørð, tá tað kemur til útsagnir frá floksstuðlum, um floksleiðslan metir hesar útsagnir fara út um mark. Hesir verða tveittir úr flokkinum við brestin. Hetta royndi nú fyrrverandi forkvinnan í AfD, Frauke Petry, eisini – at tveita persón út úr flokkinum. Floksfelagin Björn Höcke hevði í almennari røðu sagt um holocaust-minnisøkið í Berlin, at ”Vit týskarar eru einasta fólkaslag í heiminum, sum hava staðsett eitt slíkt skammiligt minnisøkið í hjartanum av okkara høvuðsstaði.” Røðan bleiv víða um mett at vera jødahatsk, og Frauke Petry royndi at fáa Björn burturvístan úr flokkinum. Men limirnar noktaðu hesum, og fingu forkvinnuna í minniluta í egnum flokki.
So millum annað tí endaði nú fyrrverandi forkvinnan í AfD, Frauke Petry, við at melda seg úr flokkinum á fyrsta almenna tíðindafundinum eftir góða valúrslitið. Hon gjørdi ikki mætari enn, at hon segði farvæl og takk og rýmdi av tíðindafundinum. Hon verður framyvir leysgangari í Samveldistinginum. Umframt at forkvinnan valdi at rýma, so vil heldur eingin av hinum flokkunum í Samveldistinginum samstarva við AfD. Og eisini eru stórar rembingar innanhýsis í flokkinum, so flokkurin hevur eina mikið trupla framtíð í væntu – hóast sera góða valúrslitið.
Jamaica-stjórnin
Tí tosa øll nú um Jamaica-stjórnina. Henda stjórn vildi verið samansett av Kristindemokratunum CDU, Fría Demokratiska flokkinum FDP og Teimum Grønu. Orsøkin til, at hon verður kallað Jamaica-stjórnin er, at Kristindemokratarnir hava flokslitin svart, FDP hava flokslitin gult og Tey Grønu hava flokslitin grønt. Somu litirnir sum flaggið hjá Jamaica hevur. Men enn er einki samgonguskjal undirskrivað, og tískil vita vit heldur ikki, um tað verður Jamaica-stjórnin, sum skal stýra Týsklandi komandi fýra árini – og um tað verður við móðir Merkel sum samveldiskanslara fyri fjórðu ferð.