Eingin ivi er um, at higartil í ár hevur Eyðvør Klakstein í KÍ verið besti kvinnuligi fótbóltsspælarin í Føroyum. Undan dystarbyrjan í gjárkvøldið, tá ið KÍ á heimavølli vann 2-0 ímóti HB, fekk Eyðvør handað heiðursskjal sum prógv fyri, at hon í juni og juli var kosin at vera besti spælarin. Sambært heimasíðuni hjá FSF eru tað venjararnir í deildini umframt umboð fyri Televarpið, sum velja besta spælaran hvønn mánað, og hesaferð var breið semja um, at Eyðvør undan summarsteðginum skaraði framúr.
Umframt at hon tekniskt og taktiskt er sera væl fyri, so hevur Eyðvør higartil í ár verið sera málsøkin. Hon skoraði seinna málið í gjárkvøldið, og nú hevur hon skorað 17 mál í 17 dystum higartil í ár.
Tað var Bára Skaale Klakstein, sum vegna FSF handaði einkardøtrini heiðursskjalið. Eyðvør hevur gott at breðga til – bæði í faðirlegg og móðirlegg. Bára man teljast millum mest fjølgávaðu bóltspælararnar yvirhøvur. Hon var í síni tíð lyklaspælari hjá KÍ og Stjørnuni, hon var við til at vinna eina rúgvu FM heitum, og hon var á landsliðunum í bæði hondbólti og fótbólti.