Moderna væntar at tjena svimblandi upphæddir uppá koppsetingina

Amerikanska fyritøkan metir at selja koppseting móti korona fyri 110 milliardir krónur í ár

Ari av Rana
25. februar 2021 kl. 13:32

Nógvir pengar eru í heilivágsídnaðinum og tað sæst aftur í metingini hjá Moderna, um hvussu nógv fyritøkan væntandi fer at tjena uppá koppsetingina móti korona í 2021.

Fyritøkan legði fram sín ársroknskap fyri 2020 í dag og har sæst, at fyritøkan væntar at selja koppseting móti korona fyri 18,4 milliónir dollarar, sum svarar til umleið 110 milliardir krónur.

Moderna væntar at veita 700 milliónir skamtar av koronakoppseting í ár, men arbeiðir móti at veita upp móti eina milliard skamtar.

Moderna er ein av dýraru koppsetingunum á marknaðinum og var tann næsta at fáa góðkenning frá ES.