Á fyrsta sinni hevur norski sangarin, yrkjarin og lagsmiðjurin Moddi konsert í Klaksvík. Konsertin verður í Spaniastovu í kvøld, mánakvøkdið, kl 20. Moddi framførir sangir av útgávuni “Unsongs: Forbidden Stories”, 2016.
Moddi kemur frá Senja í Troms í Norður Noreg. Tónleikur hansara er ein samanrenning av fólkatónleiki og poppi. Moddi sjálvur sigur seg vera sangara og søgusigara.
Moddi er serliga kendur fyri sínar tulkingar og umsetingar av kendum sangum hjá m.a. Vashti Bunyan og Pussy Riot. Mest spælda lag hansara á youtube.com er House by the See.
Unsongs er ein merkisverd samling av sangum úr m.a. Vietnam, Chile, Israel, USA, Russland og Bretland. Alt sangir, sum eitt tíðarskeið hava verið bannaðir og sensureraðir.
Við stórum kenslusemi og hugflogi hevur Moddi givið sangunum nýtt lív. Unsongs bæði heiðrar tí sensureraða og avdúkar tey, sum sensurera.
Moddi hevur eisini skrivað bók um sama evni. Bókina hevur hann við sær!
Konsertin er eitt úrslit av norðurlendsku verkætlanini PULS.