Tíðarskeiðið við Roman Abramovich sum eigara av Chelsea FC er við at renna út, eftir at russiski oligarkurin í síðstu viku alment setti London-felagið til sølu.
Fleiri fríggjarar hava ligið framvið at keypa felagið, og nú legst ein afturat rúgvuni. Tað er írin Conor McGregor, ið er kendur frá MMA-ítróttinum. MMA er blandaður stríðsítróttur.
Í síðstu viku boðaði hann frá, at hann hevði bjóðað umleið 15 milliardir krónur fyri Chelsea.
Mong hildu, at hetta var eitt PR-stunt frá karismatiska íranum, men nú boðar Conor McGregor frá, at hann meinar tað í álvara.
Tað slær hann fast á sínum Twitter-vanga.
– Tað er ikki bara nakað, eg sigi. Eg havi kannað møkuleikararnar og eg eri áhugaður, skrivar MMA-stjørnan á Twitter.
Conor McGregor skrivar eisini, at um tað ikki verður Chelsea, ið hann fær møguleika til at keypa, so verður tað okkurt annað felag.