Mladen Mjerimacka er nýggjur málverjamennari

Nýggja starvið er liður í at lyfta týdningarmikla leiklutin hjá føroysku málverjunum

Hondbóltssamband Føroya
29. august 2024 kl. 15:47

Hondbóltssambandið hevur sett Mladen Mjerimacka í parttíðarstarv sum málverjamennari. Nýggja starvið er liður í at lyfta týdningarmikla leiklutin hjá føroysku málverjunum.

Mladen Mjerkimacka er úr Serbia og kent andlit í føroyskum hondbólti, har hann hevur staðið í mál hjá VÍF seinastu 7 kappingarárini. Mladen hevur eisini verið málverjavenjari hjá ungdómslandsliðum, og er í løtuni knýttur at kvinnulandsliðnum, sum skal til EM-endaspælið seinni í ár.