Mjølnir varðveitir steypið

Mjølnir vann sína fjórðu steypafinalu í fimm á við 3-1 sigri á SÍ, sum annars vann fyrsta settið.

Ragnar Sjúrðarson
4. mars 2023 kl. 22:05

Steypafinala, menn:
SÍ – Mjølnir 1-3 (25-19, 19-25, 21-25, 20-25).

Mjølnir varðveitir steypið
Steypafinala, menn:
SÍ – Mjølnir 1-3 (25-19, 19-25, 21-25, 20-25)

Mjølnir vann sína fjórðu steypafinalu í fimm ár við 3-1 sigri á SÍ, sum annars vann fyrsta settið. Hóast SÍ fylgdi væl við í hinum settunum, so var yvirmaktin ov stór tá samanum kom. SÍ hevði trupult við at bróta ígjøgnum blokkin hjá Mjølni, har serliga Páll Heðin í Grund var stinnur, og eisini var trupult hjá SÍ at fáa bilbugt við smassjini hjá Cristian Imhoff. 

Líkt var eisini til, at Mjølnir fór at renna avstað við fyrsta settinum, tá teir løgdu seg á odda 5-0, men eftir leikbrá vendi dysturin, og SÍ kom framum. Sørvingarnir vóru øgiligir á gólvinum hetta settið og fingu alt uppaftur, og á kantinum var Hjørtur Joensen, sum júst er komin aftur eftir drúgvan skaða, ikki til at steðga. Soleiðis vann SÍ settið 22-19. 

Í fyrra helmingi av øðrum setti var Mjølnir fyri tað mesta eini tvey stig frammanfyri, men megnaði ikki rættiliga at slíta seg leyst, men hinvegin megnaði SÍ heldur ikki at koma upp á javnt. Eftir at SÍ var komið upp á 19-21 tók Mjølnir leikbrá – og vann restina av stigunum, og settið 25-21.

Triðja sett var meinlíkt tí undanfarna, og SÍ kom upp á 17-19,  men tá settið skuldi avgerast var Mjølnir stinnari, og Christian Imhoff gjørdi tað til 25-21 við væl plaseraðum smassji oman í krókin. 

Fjórða settið var leingi spennandi, og støðan gjørdist soleiðis 13-13, men tá vann Mjølnir seg fýra avgerandi bóltar framum. Hetta gjørdist eisini mønustingurin, og Mjølnir vann 25-20 við triðja dystarbóltinum. 

Hjá Mjølnir var Thorvald Danielsen valdur til dagsins leikara, og hjá SÍ fall valið á Bjarna Joensen.