Mjølnir vann í kvøld tryggan 3-0 sigur á Fleyr í fyrru FM-finaluni í Føroya Tele-deildini við monnum.
Eitt sindur av spenningi var í fyrsta setti, menn annars var Mjølnir nógv mætari á øllum økjum.
Liðini fylgdust til 18-18 í fyrsta setti, tá Mjølnir sleit seg leyst. Ein avgerandi støða var, tá Mjølnir við “pannukøkubjarging” at enda vann, at síggja til, vónleysa bóltin og gjørdi tað til 21-18, ístaðin fyri at Fleyr minkaði um munin til 20-19. Við blokki gjørdi Jóhan Arni Elisson Wang tað til 25-19.
Jóhan Arni var eisini øgiligur í blokkinum saman við hinum í øðrum setti, og tá Cristian Imhoff úr kroystum støðum kortini fekk langað bóltarnar í gólvið hjá Fleyr, so tóktist havnarliðið ikki at hava nakað aftursvar.
Mjølnir hevði 8 dystarbóltar í triðja setti; Thorvald Danielsen gjørdi sær dælt av tí fyrsta við einum serviessi oman í krókin.
Seinna FM-finalan verður í høllini á Hálsi leygardagin 29. apríl kl. 17. Vinnur Mjølnir, so er Mjølnir føroyameistari. Vinnur Fleyr - sama hvat settmunurin er - so verður føroyameistaraheitið avgjørt við einum gullsetti upp í 15.
Kl. 13 - sama dag og sama stað – spæla kvinnurnar hjá SÍ og Fleyr sína seinnu FM-finalu. SÍ vann ta fyrru í mikukvøldið, og tað merkir, at vinnur SÍ aftur leygardagin, so eru sørvingar føroyameistarar. Vinnur Fleyr - sama hvat settmunurin er - so verður føroyameistaraheitið avgjørt við einum gullsetti upp í 15.
Báðir dystirnir verða vístir á Rás1 í Televarpinum og verða stroymdir á https://sg.tv.fo/ras/
Niels Petersen verður frásøgumaður.