Mjølnir vann á Fleyr

Lagið er gott í Mjølnir leguni undan steypafinaluni leygardagin. Í gjárkvøldið vann Mjølnir 3-2 á Fleyr. Venjarin syrgdi eisini fyri, at geva øllum fitt av spælitíð undan finaluni

Sigurjón Einarsson
24. februar 2021 kl. 08:55

Liðini skiftust um at vinna hvør síni tvey sett. Men í fimta og avgerðandi settinum vann Mjølnir 15-8 og harvið dystin 3-2.

Mjølnir fyrireikar seg til steypafinaluna leygardagin, og tí fingu allir mans fitt av spælitíð. Millum annað fekk Kári Lindberg Müller sínar fyrstu bóltar á besta mansliðnum hjá Mjølnir, og hann kláraði seg væl. 

Mjølnir eru á odda í Meistaradeildini hjá monnum og hava longu vunnið sær pláss í FM-finalunum, ið verða fyrst í apríl.

Mjølnir er eisini í steypafinaluni, ið verður leikt leygardagin, tá Mjølnir og ÍF bresta saman í høllini á Hálsi. 

Fleyr 2-3 Mjølnir. Settúrslit: 29-31, 25-23, 11-25, 25-17 og 8-15.