Mjølnir tapti søguliga dystin

Flogbóltur menn: Hóast Mjølnir vann fyrsta settið, so vísti niðurlendska liðið seg at vera ov stórur biti

Mynd: Flogbóltssamband Føroya
Jóannes Hansen
25. oktober 2023 kl. 23:07

Í kvøld varð søga skrivað í føroyskum flogbólti. Fimmfalda meistaraliðið hjá monnunum hjá Mjølnir royndu seg fyri fyrstu ferð í Challenge Cup. Mótstøðuliðið var Limax úr Niðurlondum.

Mjølnir legði bragdliga fyri og vann fyrsta settið 25 – 11. So fótaðu gestirnir sær, og teir vunnu trý tey næstu settini og harvið dystn 3-1. Settúrslitini í trimum teimum seinastu settunum vóru 22 – 25, 11 – 25 og 15 – 25.

Hetta var tann fyrri av tveimum dystum. Seinna dystin fer Mjølnir at spæla á útivølli mikudagin 1. november.