Finalan var á veg ímóti gullseti, tá ið Fleyr var á odda 10-8 í fimta setti, men Mjølnir tók seg framum aftur og vann javnbrótaran 15-12, og so vann Mjølnir sítt fimta føroyameistaraheiti á rað, sum er met hjá monnum.
Mjølnir hevði annars vunnið fyrsta sett rættiliga sannførandi, hóast settúrslitið sigur, at einans tvey stig vóru á muni. Men spenningur kom aftur í finaluna, tá Fleyr við Phil Freere á odda vann annað sett og var á odda 10-6 í triðja setti, men við støðuna 13-13 misti Fleyr takið, og Mjølnir sleit seg leyst og vann 25-18.
Men Fleyr hevði ikki givið skarvin yvir og vann fjórða settið 25-18, og so var klárt til javnbrótaran. Vann Fleyr, so skuldu vit hava gullsett; vann Mjølnir, so var Mjølnir føroyameistari. Og tað var um eitt hár gjørt, at avgerðin um føroyameistaraheitið ikki skuldi fella í gullsettinum, tí Fleyr legði seg á odda 10-8 í javnbrótaranum, eftir at hava verið aftanfyri 5-2. Men Mjølnir vísti sína mentalu styrki og fór framumaftur, og Ólavur Johannesen langaði seinasta bóltin í blokkin hjá Fleyr og út, so Mjølnir vann 15-12 – og ikki minst: føroyameistaraheitið!
Argentinski leikandi venjarin hjá Mjølni, Cristian Imhoff, var valdur til dagsins leikara hjá Mjølni, og hjá Fleyr fekk avstralski leikandi venjarin, Phil Freere, henda heiður.