Mjølnir í bíðistøðu á fyrstaplássinum

3-0 sær út sum tryggur sigur, men settúrslitini siga eina aðra søgu – og hon er tann rætta.

Ragnar Sjúrðarson
21. januar 2023 kl. 19:40

Steypakappingin, menn:
Mjølnir – SÍ 3-0 (25-20, 28-26, 27-25)

Tað sá gott út hjá sørvingum, tá teir løgdu seg á odda 14-10 í fyrsta setti, men Mjølnir javnaði til 15-15 og fór framum. SÍ javnaði síðan til 20-20, men næstu fimm stigini vann Mjølnir, sum so statt vann settið 25-20. 

Annað sett var leingi javnt, men tóktist vera avgjørt, tá Mjølnir legði seg á odda 24-20. SÍ yvirlivdi tó teir fýra settbóltarnar og javnaði til 24-24, men tað rakk kortini ikki, tí Mjølnir vann at enda 28-26. 

Júst sum áðrenn dystin skuldi SÍ framvegis “bara” vinna trý sett fyri at vinna bólkin, men tá Mjølnir hevði lagt seg á odda 11-5 og 13-6, tóktist tann vónin at vera brostin. Men sørvingar eru treystir, og so líðandi fingu teir samband aftur við Mjølnir og javnaðu til 20-20 og løgdu seg enntá á odda 22-20. SÍ hevði eisini settbólt við 24-23, men servan fór út, og Mjølnir javnaði til 24-24. Mjølnir vann eisini næstu tveir bóltarnar og settið 27-25 og harvið dystin 3-0.

Tað merkir, at Mjølnir í løtuni liggur á fyrstaplássi í bólkinum, men vinnur Fleyr sær trý stig ímóti ÍF í Fuglafirði í síðsta dystinum í bólkaspælinum mikukvøldið, so vinnur Fleyr bólkin og skal spæla hálvfinalu ímóti nr. 4 í bólkinum, sum so verður antin ÍF ella Ternan. Og so merkir tað eisini, at liðini í dagsins dysti, Mjølnir og SÍ, gerast nr. 2 og 3, og skulu so møtast aftur í hálvfinaluni í Klaksvík 18. februar. 

Í morgin kl. 16 spæla Ternan og ÍF á Toftum. Vinnur ÍF har, so eru fuglfirðingar í hálvfinaluni. 

Kvinnurnar
Í bólki 1 skuldu kvinnurnar hjá TB eftir skránni spæla ímóti Fleyr í Havn í dag, men fyri veður varð tann dysturin útsettur til í morgin. Vinnarin av dystinum vinnur eisini bólkin, og skal tí spæla hálvfinalu ímóti nr. tvey í bólki 1, og tvey’arin í bólki 1 skal spæla hálvfinalu ímóti nr. 1 í bólki 2.

Og tað er í bólki 2, at tann stóri spenningurin er, hvørt tað verður Ternan ella Mjølnir, sum saman við SÍ vinnur sær pláss í hálvfinalunum. Kl. 15 sunnudagin møtast SÍ og Mjølnir í Sørvági. Treytirnar eru einfaldar: Vinnur Mjølnir eitt sett (ella meira), so kemur Mjølnir í hálvfinaluna. Vinnur Mjølnir einki sett, so verður tað Ternan, sum tekur hálvfinaluplássið. Mjølnir kann eisini taka fyrstaplássið í bólkinum við at vinna 3 stig.


----------------------------------
Flogbóltssamband Føroya