Mistu heimsmeistararnar á stokkinum

U-19 HM: Eftir longda leiktíð vann Egyptaland seg í hálvfinaluna

Jóannes Hansen
10. august 2023 kl. 13:56

Tað var so tætt við, sum tað ber til vera, og so eydnaðist tað ikki. Føroyar høvdu nú á middeti egyptisku heimsmeistararnar á knøunum, og Føroyar vóru so nær við at vinna seg í HM hálvfinaluna, sum tað ber til at vera, men so kiksaði tað.

Eftir tvær ferðir fimm minuttir longda leiktíð vann Egyptaland 38-34. Egyptar eru í ovfarakæti. Tað er lætt at skilja, og tað er sera lætt at skilja, at føroysku spælararnir eru ógvuliga vónbrotnir. Tí teir vóru so ógvuliga tætt við at vinna Føroyar í fyrstu HM hálvfinaluna yvirhøvur.

Føroyar vóru frammanfyri við tveimum, tá ið minni enn ein minuttir var eftir, og egyptar vóru eyðsýniliga frustreraðir, tá ið teir fóru fram at dekka ein ímóti einum. Og so eydnaðist tað teimum – tá ið klokkan vísti 59.59 – at javna til 31-31. Teir stórfegnaðust, og tað var týðuligt, at hetta hjá teimum kendist vera moralskur sigur, og at teir nú roknaðu avgjørt við møguleikanum at vinna í longdu leiktíðini, meðan føroyingarnir hingu við nevinum.

Dygst frammanundan vóru Føroyar í undirtali, og tað mundi vera avgerandi fyrstu løtuna í longdu leiktíðini, tá ið tað eydnaðist egyptum at leggja seg á odda við tveimum, og ta leiðsluna megnaðu føroyingarnir ikki at taka aftur.

Nú fara føroyingar at spæla um plássini frá 5 til 8. Egyptaland, sum er heimsmeistari, og sum eigur 110 millónir íbúgvar, fer at spæla hálvfinalu.

Føroyar - Egyptaland 31- 31 (13-13) 34-38 eftir longda leiktíð

Føroyar: Óli Mittún 10/15

Ísak Vedesbøl 6/6

Niklas Gaard 5/5

Búi Poulsen 4/4

Trúgvi Hávardsson 4/5

Rókur Ziskason 3/8

Tróndur Johnsson 1/1

Jákup Egholm 1/3