Misti tveir fingrar í avhøvdaranum

Hanna Sofía fekk ein hvøkk fyri fimm mánaðum síðani, men tann 28. august gekk tað galið. Avhøvdarin á Vaðhorni á Hulki fór avstað við tveimum fingrum

Sigurjón Einarsson
25. september 2020 kl. 15:29

Um illa vildi til, so kundi tað endað heilt galið fyri 20-ára gomlu Hanna Sofía Samuelsen av Eiði, tá onnur hondin hekk føst í reimunum, sum førir fiskin inn í avhøvdaran, sum verður brúktur á saltfiskavirkinum, Vaðhorni á Hulki á Strondum.

Hetta var tíverri ikki fyrstu ferð, at tað hendir fyri hana. Fyrru ferðina var fyri fimm mánaðum síðani, men ta ferðina slapp hon við skrekkinum. Tann 28. august gekk tað galið.

- Tað gekk so øgiliga skjótt fyri seg. Bara eini tvey ella trý sekund, so var hondin inni undir knívunum, greiðir Hanna Sofía frá.

Hon royndi at rykkja hondina til sín, men tað riggaði ikki við tí úrslitið, at avhøvdarin mól seg ígjøgnum hondina og fór avstað við lekifingrinum og lítlafingrinum. Eisini var um reppið, at tummilin varð skorin av.

Heppin í óhappinum

Hóast tað valla kann kallast heppið, at missa tveir fingrar í einum arbeiðsóhappi, so viðurkennir Hanna Sofía kortini, at skaðin gott kundi havt verið verri, tá avtornaði.

Vildi heilt illa til, so fór hondin longur inn, og so fekk hon enn størri skaða.

Hanna Sofía veit, at hon er lutvíst avlamin, men læknarnir meta, at hon fer at fáa førleikan aftur, ella í øllum førum lutvíst aftur, í tummlinum. Tað vil siga, at hon varðveitir takið – grepið – so hon eisini í framtíðini fær brúkt hondina.

- Heilt hvussu tað fer at síggja út, veit eg ikki, men vit vóna tað besta, sigur hon.

Les meira sum haldari og í blaðnum:

-          Hvussu Hanna Sofía sjálv steðgaði maskinuni

-          At hon ikki fataði fyrstu løtuna eftir skaðan, hvat var hent

-          Hvørji tilmæli Hanna Sofía hevur til myndugleikarnar um tílíkar maskinur

-          At hon ikki hevur hoyrt eitt orð frá arbeiðseftirlitinum enn

Øll greinin kann lesast í fullari longd í blaðnum ella á netinum her: