Miso Buha: - Eg vil seta persónligt met og vinna heiðursmerkið

Miso Buha er ein av heili 23 sum umboða Føroyar innan frælsan ítrótt til Oyggjaleikir 2023

Ragnar Sjúrðarson
4. juli 2023 kl. 17:57

- Fyrireikingarnar til oyggjaleikirnar 2023 hava verið góðar. Vit í frælsum ítrotti hava seinastu tíðina vant seks ferðir um vikuna, og hava havt góðar venjarar sum hava verið við til hvørja venjing og hjálpt okkum bæði við tí tekniska og við renning og lop.

Vónirnar eru góðar

- Vit hava ein stóran og sterkan hóp við hesuferð. Eg haldi at øll eru væl fyri og kunnu kappast um heiðursmerkir. Eg eri sjálvur eisini spentur at síggja hini og hvussu tey fara at klára seg. So vónirnar eru høgar og góðar.

- Hvørji persónlig mál hevur tú til oyggjaleikirnar 2023?

- Mítt persónliga mál er at fáa eitt heiðursmerki og eitt personligt met. Venjingarnar hava gingið avbera væl so tað burdi verið gjørligt at nátt báðum málunum.

- Nú eru tit heili 23 íðkarar úr Føroyum innan frælsan ítrótt. Er hetta ein fyrimunur ella ein vansi?

- Eg haldi sjálvur at hettar er ein stórur fyrimunur. Tað at vit eru so nógv ger at vit eru fleiri sum kunnu heppa á hvønn annan, og tað styrkir samanhaldi, at vit eru fleiri sum kunnu hjálpa og stuðla hvørjum øðrum.