Misálit á Benjamin Netanyahu fall

Ein meiriluti í tjóðartinginum í Ísrael atkvøddu ímóti misáliti frá andstøðuni móti stjórnini

(Mynd: Wikimedia Commons)
Sigurjón Einarsson
27. mars 2023 kl. 12:16

Stór mótmæli hava verið í Ísrael í gjárkvøldið og í nátt ímóti fráboðaðu rættarnýskipanini hjá Benjamin Netanyahu, sum millum annað fer at minka um týdningin av hægstarætti í landinum.

Og í morgun legði andstøðan í tjóðartinginum í Ísrael, Knesset, misálit fram móti sitandi stjórn, men tað fall.

Tað upplýsir norska tíðindastovan, NTB.

Ísraelska stjórnin og forsætisráðharrin, Benjamin Netanyahu, eru komin í harðan andróður eftir fráboðaðu rættarnýskipanini.

Eisini forsetin í Ísrael, Isaac Herzog, hevur biðið stjórnina sleppa ætlanini um nýskipanina.

Nógv høvdu eisini væntað, at Netanyahu fór at halda røðu í tjóðartinginum í dag, har hann fór at kunngera, at nýskipanin - í fyrsta føri fór at verða sett á pausu ella slept, men Knesset heldur fram við arbeiðnum við rættarnýskipanini.

Stjórnin hjá Netanyahu hevur ein lítlan meiriluta í Knesset. Men nýskipanin møtir eisini mótstøðu í hansara egna flokki, Likud, men fleiri samgongulimir stremba á við nýskipanini, og siga at forsætisráðharrin ikki má geva eftir trýstinum við at steðga við arbeiðnum at broyta rættarnýskipanina.