Minstalønin hækkar nógvastaðni kring heimin, og tað gagnar fátækum eins væl og ríkum. Lønarhækkanirnar hava tikið okkum eitt fet nærri heimsætlanini at basa ógvusligum fátækradømi. Heimsbankin lýsir fólk við inntøku lægri enn 13 danskar krónur um dagin, sum verandi ógvusliga fátæk
Í 2017 varð Moon Jae-in settur sum forseti í Suðurkorea. Undir valstríðnum til forsetavalið lovaði hann at hækka minstulønina í landinum við 16,4 prosentum, og hevur Moon Jae-in hildið sítt orð.
Í Suðurkorea er ójavnin vorðin minni síðani minstalønin varð hækkað og hetta gagnar øllum í samfelagnum. Minni ójavni hevur víst seg at fremja búskaparligan vøkstur og hevur jalig árin á mong onnur samfelagsviðurskiftir; sum eitt nú á fólkaheilsu og kvinnurættindi. Soleiðis skrivar felagsskapurin Oxfam í nýggju frágreiðing teirra. Frágreiðingin vísur eisini á, at meiri enn helmingurin av heimsins londum seinasta árið hava at hækkað lægstu lønirnar. Hetta hóast fíggjarstøðan í londunum ikki er vorðin betri. Tað er sostatt ikki ein spurningur um at velja millum búskaparligan vøkstur ella minni ójavna, tí tey stuðla undir hvørtannað.
Frágreiðingin hjá Oxfam fevnir millum annað um Indonesia, Gambia, Ekvador, Portugal og Japan. Frágreiðingin staðfestir greitt, at hækkanin av minstulønini í hesum londum hevur elvt til fíggjarligan vøkstur og at fleiri trívast betur.
Danska fakforeiningin 3F skrivar í nýggjum yrkisriti, at stjórnin í Suðurafrika nú eisini hevur sett eitt lágmark fyri minstulønina – hon er á 20 rand um tíman (umleið 10 danskar krónur). Hóast forsetin Cyril Ramaphosa viðgongur, at markið enn er ov lágt so merkir lógarbroytingin, at umleið helvtin av øllum arbeiðarum í landinum fáa lønarhækkan. Sum nú er, er fráleikin millum rík og fátøk óvanliga stórur í Suðurafrika – landið hevur ein tann størsta stættarmunin í heiminum.
Tíverri sæst eisini afturgongd summastaðni í løtuni. Til dømis hevur Nigeria ikki hækkað minstulønina síðani 2011, og í 2018 yvirhálaði stóra afrikanska landið India við flest ógvusliga fátækum íbúgvum. Hetta vísa tøl og kanningar á, sum hugskotsbankin Brookings Institution hevur gjørt. Tey gera vart við, at nógv meiri eigur at vera gjørt við fíggjarligan ójavna í heiminum, um vit skulu eydnast at náa tí fyrsta heimsmálinum. Heimsmál 1 snýr seg um at basa ógvusligum fátækradømi fyri ár 2030. Tað er serliga í teimum afrikonsku londunum, at virkast skal fyri at minka um ójavna, um málið skal røkkast.