Ongi úrslit

Hóttandi gongd: Minsta burðaravlop í 40 ár

Í fjør var burðaravlopið í Føroyum 140 fólk, og tað minsta burðaravlop í einum kalendaraári síðani 1985

Jonhard Hammer
12. februar 2025 kl. 14:19

Við ársbyrjan búðu 54.684 fólk í Føroyum. Fólkatalið vaks við 292 fólkum – tað svarar til eitt hálvt prosent – í 2024. Vøksturin var minni enn í 2023, tá hann var 0,7%.

Hetta vísir nýggj uppgerð hjá Hagstovu Føroya.

Fólkavøksturin, sum tók dik á seg í 2014, náddi toppin á sumri í 2019, tá umleið 900 fólk løgdust afturat í einum 12-mánaðarskeiði. Síðan tá er fólkavøksturin spakuliga minkaður, og nú tykist stígur vera komin í. Síðani juni í fjør hevur fólkavøksturin fyri hvørt tólv mánaða tíðarskeið ligið um eitt hálvt prosent. 

Í 2024 vóru 586 børn fødd – tólv fleiri enn í 2023. Í 2024 doyðu 446 persónar, og tað vóru 33 fleiri enn í 2023. Burðaravlopið, sum er munurin millum fødd og deyð, var bara 140 í 2024. Tað er minsta burðaravlop fyri eitt kalendaraár síðan 1985, sum er fyrsta uppgerðarár.

Umleið 1.500 fólk fluttu til Føroya í 2024 – knapt 250 færri enn í 2023. Umleið 1.350 fluttu úr Føroyum í 2024 - knapt 200 færri enn árið fyri. Av tí at tilflytingin minkaði meir enn fráflytingin, gjørdist nettoflytingin minni í 2024 enn í 2023. Nettoflytingin er munurin millum til- og fráflyting. 

Burðaravlopið og nettoflytingin fyltu á leið hvør sína helvt av fólkavøkstrinum í 2024.

Mest lisið hesa vikuna

Hví sigur Landsbankin ikki alla søguna?

15. sepember kl. 12:09

Máttu í fjøllini at bjarga útlendskum ferðamanni oman á slætt

12. sepember kl. 09:10

Danmark fyrireikar kirkjuna til stórkríggj: Kann fáa upp í 20 fallnar hermenn um dagin

13. sepember kl. 15:00

Løgreglan vil tosa við bilførara sum elvdi til óhapp

14. sepember kl. 09:44

Fyrsta fjarstýrda skurðviðgerð av sjúklingi í Føroyum framd

16. sepember kl. 13:11

Fýra mans fingu bót - ein fyri at rætta løgregluni longutong

13. sepember kl. 09:12