Minst til at spyrja hví

Vit hoyra millum litið og einki um, hví valevnini bjóða seg fram, annað enn tað undirskilta, at tey vilja veljast. Hetta er stórt spell, tí umboðsráðið hevur prinsipielt stóra ábyrgd og stórt vald

Andrass Skaalum
15. september 2022 kl. 00:14

Tey, sum duga væl at reka, hava góðan kjans at verða vald, við ella uttan at greiða frá sínum dygdum og ætlanum. Av tí at raksturin mest er í tí privata, t.d. við telduposti, sms, telefon og facebook boðum, so vita ymsu valevnini ikki rættiliga, hvat tey eru upp ímóti.

- Eg sigi fyri meg, at tað kemur ikki uppá tal at velja eitt valevni, sum ikki sigur mær, hví viðkomandi stillar upp, hvat hann ella hon ætlar sær at brúka sessin til, hvørjar førleikar, royndir og tankar viðkomandi kann koma við til umboðsráðið og í øðrum lagi eisini nevndina. Til tað er uppgávan alt ov týdningarmikil og álvarslig.

Eg vil sum tryggingartakari stutt sagt hava, at valevnini hugsa um meg, heldur enn at eg skal hugsa um tey.

Vallyftir ynskjast
Tað eru omanfyri 22.000 atkvøður tøkar til hetta valið. Tað er ein sera stórur partur av Føroya fólki, sum kann velja. Flestu hava lítið innlit í, hvat hetta valið snýr seg um og eru ikki serliga motiverað at brúka sína atkvøðu.

Eg haldi, at miðlanir kundu sett valevnunum spurningin, hvat tey vilja arbeiða fyri, um tey verða vald.

Tey kundu t.d. øll fingið møguleikan at sagt hetta í stuttum, eitt nú 100 orð skrivliga ella 1 1/2 minuttir í loftmiðlunum. Eisini kundi Tryggingarfelagið bjóðað valevnunum at lagt hesi somu 100 orðini á síðuna, har mynd og bústaðarupplýsingar eru um valevnini.

Hetta hevði uttan iva kveikt kjak millum valevnini og við veljararnar aftaná. Tað hevði givið okkum veljarum veruligan møguleika at meta um, hvør er skikkaður at fáa okkara atkvøðu. Annars er vandi fyri, at tey flestu onga meining hava og lata vera við at atkvøða ella lata atkvøðuna til tann fyrsta, sum biður um hana.

Hví hevur valið týdning
Umboðsráðið er evsta leiðsla fyri einum ovurstórum aktøri í føroyska fíggjarheiminum. Umboðsráðið velur millum sín limir í nevndina, sum stjórnar Betri samtakinum. Nevndin setur stjórnina og setur somuleiðis út í kortið yvirskipaða virksemi í Betri. Høvuðsfeløgini í samtakinum eru Betri Trygging, Betri Pensjón og Betri banki (70 prosent), umframt smærri feløg. Samanlagt hava hesi feløg um 300 starvsfólk í starvi.

Hvat ger tú so við tína atkvøðu í september?
Valið er í gongd og seinasta freist at avgreiða atkvøðu er 28. september.

Tú hevur helst fingið, ella fær, fleiri áheitanir frá valevnum, um at velja seg – minst tá til at spyrja :

·    “Hví skal skal eg velja júst teg ?” 

·    “Hvat stendur tú fyri ?”

·    “Hvussu vil tú umboða meg ?”

·    “Hvat heldur tú um pening og makt ?”

·    “Hvat við nepotismu (at nekta vinir kenningar) ?” 

Vel fólk inn, ið hava dirvið og viljan til at siga frá.

Andrass Skaalum

Limur í Umboðsráðnum hjá Ognarfelag Tryggingartakaranna.