Í heyst, tað er tann 12. novembur, verður aftur kommunuval í teimum 29 kommunum kring landið. Og tað merkir, at kommunupolitikarar eru so smátt farnir at brynja seg til valstríð - altso tey, sum stilla upp aftur.
Dimmalætting hevur spurt allar borgarstjórarnar í landinum um teir fara at stilla upp aftur.
Vit hava eisini spurt teir, hvat er størsta avrikið hjá kommununi í brátt farna valskeiði, og hvørjar tær størstu avbjóðingarnar eru í næsta valskeiði.
Tað eydnaðist ikki at fáa tríggjar borgarstjórar at svara, nevniliga Amaliu í Frammistovu, borgarstjóra í Fugloy, Jákup Martin Sørensen, borgarstjóra í úsavík og Poul Osmund Tórarenni, borgarstjóra í Skúgvi.
Men úrslitið er, at tað eru minst níggju borgarstjórar, sum fara at stilla upp aftur. Hetta eru teir, sum longu hava gjørt sær greitt, at teir fara at stilla upp aftur - men tað vildi verið undarligt, um tað ikki eru fleiri afturat, sum stilla upp.
Kortini eru tað summir borgarstjórar, sum hava tikið støðu til, at teir stilla ikki upp aftur. Onkur av teimum sigur, at tað er rætt og slætt tí, at nú ætla tey sær at njóta tilveruna sum pensjónistur.
Íbúðarbygging og útstykkingar
Tá ið vit spyrja borgarstjórar, hvat hevur havt størsta týdning í hesum valskeiðnum, og hvat fer at fáa størsta týdning í næsta valskeiði, eru svarini ymisk.
Men tað eru fleiri av teimum, sum draga bústaðarneyðina fram, og at størstu málini eru at útvega íbúðir og grundstykki.
Men tað eru eisini fleiri sum nevna eldraøkið sum eitt stórmál, bæði tað at bøta um tænastuna og at útvega fleiri eldrabústaðir.
Onkur borgrstjóri nevnir, at nú ræður mest um at halda tørn, men so er tað eisini ein einstakur borgarstjóri sum nevnir kommunusamanlegging sum eitt høvuðsmál.