Minst 522 fólk eru deyð í mótmælunum í Iran, síðan Mahsa Amini doyði, meðan hon var í varðveitslu hjá iransku løgregluni í september í fjør.
Tað sæst í frágreiðing frá mannarættindafelagsskapinum, HRANA, ið er heimahoyrandi í USA.
Mótmælini seinastu mánaðirnar hava verið tær størstu, síðan iransku kollveltingina í 1979. Millum tey deyðu, so eru tað 70 børn og 68 løgreglu- og trygdarfólk millum offrini.
Umleið 20.000 fólk eru blivin handtikin, og av hesum eru 110 ákærd fyri brotsgerðir, ið kunnu føra við sær deyðarevsing. Fýra av mótmælisfólkunum eru longu blivin avrættaði.
Mótmælisgongur hava verið í yvir 160 býum í Iran, síðan unga kurdiska kvinnan Mahsa Amini doyði, meðan hon var í varðveitslu hjá iransku løgregluni í september í fjør.
Unga kvinnan bleiv handtikin av sonevndu moral-løgregluni, tí at hon, sambært løgregluni, ikki bar høvuðklæði, sum lóggávan í Iran annars sigur. Hennara deyði hevur havt við sær, at kvinnur í øllum Iran millum annað hava brent sítt høvuðklæði sum mótmæli móti lóggávuni.