Í minsta lagi 30 prosent av øllum havøkinum skal heilt, ella partvíst, verða friðað í seinasta lagi 2030. Tað er ein niðurstøða nú náttúruverndarfelagskapirnir í Norðurlondum hava hildið fund í Føroyum í vikuni og har Føroya Náttúru og Umhvørvisverndarfelag,FNU, var vertur.
Høvuðsevnið á fundinum var havið og havbotnurin, sum eru undir vaksandi trýsti frá fiskivinnu - serliga botntroling. Og nú veksur trýsti eisini av námsvinnu eftir. Av tí sama eru vistskipanir og lívmargfeldi av álvara hótt, siga felagsskapirnir.
Tí samdust tey um eina yvirlýsing, har tey leggja dent á, at tað hevur skund at fáa gongd á »30 til 30« verjuna av havøkinum. Tað er grundað í Montreal samtyktini, sum var gjørd í 2022, og tað merkir, at í minsta lagi 30 prosent av havøkinum skal heilt, ella partvíst, verða friðað í seinasta lagi 2030.
Og tað merkir eisini, at av teimum 30 prosentunum skal í minsta lagi 1/3 vera órørt av mannahond og sostatt skal als eingin fiskiskapur vera har. Samstundis skal eitt munagott eftirlit er við teimum vardu og friðaðu økjunum.
Tey leggja eisini dent á, at botntroling verður avmarkað í stóran mun allastaðni. Økið, sum eru illa farinav botntroling, eiga at verða serliga væl vard, so at tey kunnu endurbyggjast.
Og so leggja tey eisini dent á, at vit skulu ikki fara undir námsvinnu á havbotninum. Heldur skulu vit minka um eftirspurningin eftir mineralum og leggja doyin á at skipa fyri, at vit endurnýta tað, sum vit hava.
Náttúrufelagsskapirnir eru hesir: Naturskyddsförbundet og Natur och Miljö í Finnlandi, Danmarks Naturfredningsforening í Danmark Landvernd í Íslandi, Naturvernforbundet í Noregi, Naturskyddsföreningen í Svøríki, Ålands Natur & Miljö í Álandi og Føroya Náttúru og Umhvørvisverndarfelag.