Leygarkvøldið vann Persebaya ein tepran útisigur ímóti Arema FC á Kanjuruhan Stadium í Malang, Indonesia. Tað var fyrstu ferð í 23 ár, at Arema tapti á heimavølli fyri kappingarneytanum Persebaya, og tað vóru heimafjeppararnir sera ónøgdir um.
Túsundavís av fólki byrjaði at blaka fløskur og annað eftir spælarum og dómarum, áðrenn ein hópur streymaði inn á vøllin at fremja ágang. Tá fór politiið at nýta táragass, sum sambært FIFA reglugerð er ólógligt til fótbóltsdystir. Tað bleiv øgiligur ruðuleiki. Nógv vórðu kroyst og trampað til deyða í útgongdunum, tá tey royndu at flýggja. Sambært trygdarráðharranum í Indonesia vóru 42.000 atgongumerki seld til eitt stadium, ið hægst kann húsa 38.000 áskoðarum.
Uttan fyri leikvøllin helt ófriðurin fram og tók dik á seg. Minst fimm politibilar vórðu koppaðir og eldásettir. Fleiri enn 300 vórðu skundflutt á sjúkrahús, og mong lótu lív á vegnum.
Í løtuni telja tey 174 lík.
Harímillum politistar, fjepparar, kvinnur og børn.
Í dag helt indonesiski forsetin, Joko Widodo, røðu í sjónvarpinum og segði, at hann er djúpt harmur um henda sorgarleikin, og at hann vónar, at hetta verður seinasta fótbóltstragedian í landinum.
Síðan 1995 eru í minsta lagi 86 fótbóltsfjepparar í Indonesia deyðir í sambandi við dystir. Áðrenn hendingina í gjár, væl at merkja. Nú leggjast upp í 200 afturat tí talinum, og ein kann bert kulsa við tankanum um, hvussu høgt talið man vera, um vit telja allan heimin við.
Keldur:
https://www.nbcnews.com/news/sports/least-129-people-killed-stampede-soccer-match-indonesia-authorities-sa-rcna50345
https://www.livemint.com/news/world/indonesia-soccer-tragedy-timeline-of-how-events-unfolded-11664700821519.html
https://apnews.com/article/sports-soccer-police-indonesia-java-c31edecf524ddbb1d3a4b276c581d0b0