Minst 16 fólk eru deyð takkað verið einum gasleka í einum slummøki í stórbýnum Johannesburg í Suðurafrika.
Tað upplýsa lokalir myndugleikar.
Gassið kemur eftir øllum at døma frá ólóligum námsídnaði í økinum.
Tey deyðu eru trý børn, fimm kvinnur og átta menn.
Fleiri, sum andaðu gassið, yvirlivdu og eru í viðgerð í sjúkrahúsinum. Av teimum eru tað fýra fólk har støðan er lívshættislig, meðan støðan hjá 11 fólkum verður lýst sum “álvarslig, men støðug”.
Lokala bjargingartænastan fekk eina uppringing klokkan 20 lokala tíð um eina gasspreinging. Tað vísti seg tó, at tað ikki var talan um eina spreinging, men ein leka av eitrandi gassi.
Eftir at bjargingartænastan kom á staðið, vóru boðini, at 24 fólk vóru deyð.
Men tað eydnaðist at fáa fleiri til lívs aftur og deyðstalið lækkaði niður á 16.
Ólóligur námsídnaður, sum eftir øllum at døma er orsøkin til lekan, er sera vanligur í Suðurafrika, har triðji hvør íbúgvi er arbeiðsleysur.