Minst 1.500 føroyingar merkja verkfallið á sínum egna kroppi

Tað fer at taka langa tíð at fáa alt í rættlag aftur

Áki Bertholdsen
1. november 2023 kl. 10:00

Verkfallið hjá sjúkrtøktarfrøðingum rakar nógv fólk, meint. Tað vísa tøl, vit hava fingið frá sjúkrahúsverkinum.

Sjúkrarøktarfrøðingarnir hava verið í verkfalli í meiri enn ein mánað og alla hesa tíðina er tað bara bráneyðug viðgerð, sum verður givin.

Tað hevur fingið nógv at halda, at eingin merkir nakað til verkfallið. Men tað er ikki so, tí Sjúkrahúsverkið staðfestir, at tað eru nógvar viðgerðir, sum verða útsettar.

Tað eru minst 1.500 sjúklingar, sum hava merkt avleiðingarnar av verkfallinum á sínum egna kroppi.

Sjúkrahúsverkið segði í gjár, at síðani verkfallið byrjaði, eru tað einar 1.200 viðtalur, sum antin eru útsettar, fluttar, ella avlýstar á teimum trimum sjúkrahúsunum.  

Men her skal leggjast afturat, at summi øki vórðu ikki rakt beinanvegin, tí verkfallið er hert so hvørt. Bara á Landssjúkrahúsinum er virksemi minkað eini 35 prosent aftur ímóti tí, tað plagar at vera hesa tíðina.

Hesa tíðina er eisini 220 skurðviðgerðir færri gjørdar á teimum trimum sjúkrahúsunum og teir sjúklingar mugu so bíða til fyrst einaferð næsta ár at koma undir skurð. 

Talið á innleggingum er eisini minkað eitt vet tí tær eru 15-20 prosent lægri nú enn tær vóru í sama tíðarskeiði í fjør.

Steinar Eirikstoft, stjóri í sjúkrahúsverkinum, hevur sagt við KvF, at tey, sum ikki eru løgd undir skurð nú av at tað verður ikki fyrr enn í einaferð í fyrsta ársfjórðingi næsta ár at tey, sum ikki eru sloppin undir skurð av verkfallinum, skulu vænta at sleppa fram at. 

Tey verða nevniliga sett aftast á bíðilistan, so tá ið verkfallið endar, verða tey skurðviðgjørd, sum høvdu tíð tá, og so má nýggj tíð fáast til tey, sum ikki sluppu undir skurð av verkfallinum.