Fyri løtu síðan skrivaðu fleiri útlendskir miðlar, at Mino Raiola var deyður, men nú er líkt til, at hann ikki er deyður kortini.
Men nú svarar Raiola aftur, at hann ikki er deyður.
Railoa skrivar soleiðis á Twitter:
– Mín núverandi heilsustøða til tey, ið undrast: Tað øsir meg, at tey fyri aðru ferð í fýra mánaðar hava dripið meg. Eg havi eftir øllum at døma evnir at rísa upp frá deyðum.
Sjúkrahúsið í San Raffaele, har Mino Raiola hevur verið innlagdur, vísir eisini aftur, at Mino Raiola er deyður.
Teir stóru miðlarnir í Italia, sum eitt nú La Gazzetta dello Sport, Tuttosport og La Repubblica umframt fleiri altjóða tíðindastovur høvdu annars skrivað, at Raiola var deyður vegna lungnasjúku – og tess vegna vóru vit í Dimma.fo eisini ov skjótir á sjóvarfallinum at kunngera hansara andlát.
Stórfelagið í Spania Real Madrid náddi eisini at senda teirra samkenslu, men tað er eftir øllum at døma ikki neyðugt kortini.
Italiumaðurin er millum annað umboðsmaður fyri Erling Haaland, Paul Pogba, Gianluigi Donnarumma, Zlatan Ibrahimovic og Mattihijs de Light.