Lars. Hvør Lars? Djóralæknin.
Soleiðis var Lars ofta umtalaður. Við sínum yrki.
Tað er ikki uttan orsøk at so var. Lars Mohr Nielsen var ímyndin av einum djóralækna.
Eftir í nógv ár, at hava havt sína egnu klinikk, kom Lars í starv á veterinerdeildini á Heilsufrøðiligu starvsstovuni í september 2022. Við sínum sterka fakliga profili og drúgvu starvsroyndum, var Lars góður í ráðum, og ein framúr góður embætisdjóralækni.
Lars dámdi sera væl aftur at fáast við alivinnuna, sum hann á yngri árum eisini arbeiddi við. Lars var kendur kring alt landið og kundi tosað við øll. Hann hevði gott samband við djóraeigarar og fólk í vinnuni annars, og var altíð fúsur at greiða frá.
Hann fall skjótt til á Heilsufrøðiligu starvsstovuni, har hann líka skuldi venja seg við nýggja leiklutin sum embætisdjóralækni. Óansæð uppgávuna, vóru djórini fremst í hansara huga. Ágrýtin, arbeiðssamur, forvitin, ótolin, snarsintur og reiðiligur. Ein einastandandi starvsfelagi.
Sunnudagin bórust tungu boðini um, at Lars púra óvæntað ikki er millum okkum meira. Øll hava vit mist, men missurin er størstur hjá synum, foreldrum og systkjum.
Lars ætlaði sær at halda fram sum embætisdjóralækni nøkur ár afturat, men so skuldi ikki vera. Vit fara at minnast ein vinarligan, arbeiðssaman og dugnaligan starvsfelaga, við hjartanum á rætta stað.
Vit lýsa frið yvir minnið um Lars Mohr Nielsen.
Starvsfelagar á Heilsufrøðiligu starvsstovuni