Minningarhald verður klokkan tvey í dag

Landsstýrismaður talar og prestur hevur andakt

Áki Bertholdsen
1. november 2023 kl. 11:30

Í dag er fyrsti novembur og tað er allahalganna og dagurin, har vit minnast tey, sum hava latið lív á sjónum.

Minningarhald eru fleiri staðni kring landið, men so er eisini eitt serligt hald í Havn, sum umboðar almennu Føroyar

Tað er Føroyska sjómansmissiónin sum skipar fyri, og tað gera tey aftur hesa ferð.
Minningarhaldið verður klokkan tvey seinnapartin í dag á Vinnuháskúlanum í Havn. Har fer Høgni Hoydal, landstýrismaður, at halda røðu og Ann Hermansdóttir, prestur, hevur andakt.  
Aftaná verður farið niðan til minnisvarðan í viðarlundini, har kransur verður lagdur.
Tiltakið er er alment so har eru øll vælkomin, siga tey.

– Tíbetur er eingin deyður í sínum starvið á sjónum hetta farna árið.