Kanningin av, hvat ið hendi, tá danskir minkaalarar fingu boð um at avlíva 15-17 milliónir minkar, er komin við sínari niðurstøðu: Danski forsætisráðharrin, Mette Frederiksen, villleiddi danska fólkið.
Tað var í november í 2020, at danska stjórnin avgjørdi, at allir minkar í landinum skuldu drepast, eftir at eitt farligt frábrigdi av korona varð staðfest í minkagørðum í Norðurjútlandi.
Seinni kom eisini fram, at danska stjórnin ikki hevði heimild til at gera hetta.
Kanningarnevndin slær fast, at forsætisráðharrin hevur handlað á ein tílíkan hátt, at tað er sera átaluvert. Harumframt sigur nevndin, at útsøgnin hjá Mette Frederiksen til ein tíðindafund, har boðini komu, at allir minkar í Danmark skuldu takast av døgum, var sera villleiðandi fyri danska fólkið.
Teir umleið 700 minkaalararnir í Danmark hava nú fingið eina góða sak, tí teir halda upp á, at endurgjaldið, teir higartil hava fingið, er alt ov lítið.
Stóri spurningurin á Christiansborg er nú, hvat stuðulsflokkarnir hjá stjórnini gera, nú niðurstøðan hjá minkkommissiónini er vorðin almenn.
Sambært Jakob Nielsen, ábyrgdarblaðstjóra á danska miðlinum Altinget, so hava andstøðuflokkarnir start seg blindar fyri møguleikanum at byrja eitt ríkisrættarmál móti Mette Frederiksen, og tað heldur ábyrgdarblaðstjórin á Altinginum kann verða hennara bjarging.
– Um andstøðan leggur trýst á Mette Frederiksen og einum kravi um ríkisrættarmál, so kann stjórnin fara í summarferiu so nøkulunda í frið og náðum. Men leggur andstøðan heldur trýst á stuðulsflokkarnar, so kann støðan útvikla soleiðis, at stjórnin kemur undir størri trýst, sigur Jakob Nielsen í samrøðu við DR.
Frágreiðingin hjá minkkommissiónini fyllir níggju bind og er 1.649 síður.