Ongi úrslit

Miniturné við Gøtu Kirkju Ungdómskóri komandi vikuskifti

Hetta vikusskiftið hevur Gøtu Kirkju Ungdómskór heilar tríggjar konsertir. Hesar verða ávikavist fríggjakvøldið 2. juli klokkan 20 í Gøtu Kirkju, leygardagin 3. juli klokkan 20 í SALT á Drelnesi og 4. juli klokkan 16 í Havnar kirkju (Dómkirkjuni)

Tíðindaskriv
2. juli 2021 kl. 13:32

Skráin er bæði fjølbroytt, áhugaverd og krevjandi. Umframt eina røð av spirituals, verða fleiri føroysk kórverk á skránni, og so ikki at gloyma kórverk eftir einum av fremstu amerikansku nútíðar tónaskøldum fyri kór, Randall Strope, har kórið fer at framføra eitt ógvuliga dramatiskt kórverk, sum lýsir umvendingina hjá Paulus, soleiðis sum hon er lýst í Bíbliuni.

Hetta kórárið hevur verið ógvuliga serstakt fyri kórið, ið hevði stórar altjóða avbjóðingar á skránni, men sum vegna koronustøðuna í heiminum hevur broytt sínar ætlanir, við millum annað at gera studioupptøkur gjøgnum várið. Ein partur av tí, sum kórið útgevur í heyst verður eisini framført á konsertini.

Kórið vónar, at nógv vilja leita sær til onkra av hesum konsertum, ið allar eru ókeypis – høvið verður tó at lata eina gávu til kórvirksemið.

Mest lisið hesa vikuna

Ein muslimskur depil er ein miðil til innflyting av islam

31. desember 2025 kl. 14:02

Nú bleiv brádliga púra lógligt at skjóta fýrverk í kvøld

30. desember 2025 kl. 15:38

Skumpaður umkoll av kongaligum lívverja

1. januar kl. 20:51

Summa staðni í landinum er best at framskunda nýggjárshaldið til í kvøld

30. desember 2025 kl. 10:08

Moské? moské ikke?

2. januar kl. 19:00

Árið, ið fór - í Gasa og Ísrael (fyrri partur)

1. januar kl. 10:06