Vit tosa ofta um náttúruna sum eitt stað, vit fara út í. Nakað, sum er “har úti”. Men sannleikin er, at náttúran er grundarlagið undir øllum okkara lívi her í Føroyum. Náttúran er ikki eitt ískoyti til samfelagið. Samfelagið byggir á náttúruna. Og tað hevur tað gjørt síðan landnám.
- Sandoyggin er størsta rottufría oyggj okkara
- Sandoggin hevur størsta samanhangandi vátlendi
- Sandoyggin hevur eina heilt serstaka vistskipan
- Og Sandoyggin hevur størsta lívfrøðiliga margfeldið, vit yvirhøvur hava, tá tað kemur til reiðrandi fugl.
Vistskipanin kring tey stóru vøtnini Sandsvatn, Gróthúsvatn og Stóravatn er eitt altjóða viðurkent náttúruøki.
BirdLife International staðfesti longu í ár 2000, at hetta er eitt av týdningarmestu fuglaøkjum á landi í Føroyum - einasta Important Bird Area (IBA-øki) á landi.
Tað er ikki ein meining. Tað er vitan.
Tí mugu vit spyrja: Hvat skal ein árinsmeting vísa? Eg stúri fyri, at um so eitt gorfuglabøli varð funnið í eini kanning, var hetta ikki nokk at steðga politikarum. Sum vit hoyrdu á fundinum í Finsen, er tað bíligast at oyða náttúruna heldur enn at taka atlit.
Er tað so, vit vilja hugsa? Snýr alt seg um krónur og oyru?
Vit kenna søguna frá Skjern Å í Danmark. Tá skundaðu tey sær, tað skuldi ganga skjótt, tað skuldi verða framstig. Áin skuldi gerast bein. Men tað hevði stóran kostnað fyri náttúruna - og loysti seg enntá illa fíggjarliga. Seinni máttu tey endurskapa alt aftur – fyri hundraðtals milliónir. Vit burdu lært av teimum:
Tá vit skunda okkum við náttúruni, angra vit tað seinni.
Vit eiga at spyrja okkum sjálvi: Hvat geva vit víðari til komandi ættarlið?
Vit hava eitt serstakt øki á Sandoynni. Lágtliggjandi mýrilendi og vøtn. Eitt sjáldsamt landslag. Mýri merkir kanska meir fótbóltsvøllur enn vátlendi fyri mong. Sevmýri. Djúpumýri. Hólmurin á Eiði. Lágtliggjandi mýrilendi eru fótbóltvallir.
Og eg haldi, at hetta er kjarnin: Náttúran hevur virði í sær sjálvari. Tað er ikki bara virði í fiskatilfeingi, tunnilskilometrum ella bruttoframleiðslu. Náttúran hevur virði, tí hon er lívsgrundarlagið hjá okkum. Hon hevur givið okkum alt. Og nú er tað okkara túrur at geva náttúruni pláss at liva.
Tað kostar kanska 300 milliónir at verja eina av størstu náttúruperlum okkara við at velja aðra linjuføring. Kanska væl minni. Men spurningurin er: Hvat kostar tað, um vit lata vera?
Talan er ikki um at steðga menning. Tað er um at velja klóka menning. Menning, sum byggir á vitan – og virðing fyri náttúruni. Náttúran má raðfestast. Kanningar mugu gerast, so politikkarirnir skilja hvat teir oyða – ella bjarga við alternativari linjuføring. Kanningar - áringsmetingar skulu vísa veg. Áðrenn vit taka avgerð!
Skunda vit okkum nú, so angra vit tað seinni. Taka vit okkum tíðina at lurta og kanna, so kunnu vit taka eina avgerð, vit kunnu vera errin av – ikki bara í dag, men í 50 ár fram.
Tí spyrji eg:
Hvat fyri land vilja vit lata eftir okkum til komandi ættarlið?