Míni hjartamál eru hesi - Erling Mørkøre

Eg eiti Erling Mørkøre og havi eg valt at stilla upp fyri Fólkaflokkin í Havn til kommunuvalið 2020!

Erling Mørkøre
21. oktober 2020 kl. 15:43

Hey tit.

Eg eri unga valevnið hjá Fólkaflokkinum. Eri 21 ára gamal og eg ætli mær at arbeiða fyri, at Tórshavnar kommunu fær eina unga rødd, sum kann umboða allar borgarar í kommununi.

Eg eri lesandi og havi altíð verið sera áhugaður og aktivur í politikki. Eg eri ein aktivur persónur, semjusøkjandi og positivur av lyndi.

Eg vil arbeiða fyri, at Tórshavnar kommuna verður ein kommuna fyri øll! Bæði borgarar og vinnulívið.

Míni hjartamál eru hesi:

     - Betra umstøðurnar hjá lesandi, bæði undir og eftir lesna.

     - Øll børn og ung undir skúlaverkinum skulu hava somu rættindi, eisini tey við serligum tørvi.

     - Fleiri tilboð, og hægri normeringar á dagstovnaøkinum fyri at lætta um hjá barnafamiljum.

     - Busskort til allar borgarar í Havnini – so borgarar sleppa undan at gjalda fyri ferðafólk.

     - Viðlíkahald av vegakervinum  og kommunalum økjum í Tórshavnar Kommunu.

     - Betri karmar fyri allan ítrótt í kommununi.

     - Tryggjað, at staðbundnar nevndir fáa ein størri leiklut, og at hesar nevndir verða hoyrdar áðrenn avgerðir verða tiknar.

Míni hjartamál forða sjálvsagt ikki fyri, at eg eisini fari at arbeiða miðvíst eftir rímuligum ynskjum frá borgarum.

Eg fari ikki at lova gull og grønar skógir, eins og míni mótvalevni.

Men eitt skal eg lova tykkum: Tað sum eg seti mær fyri komi eg á mál við.

Eg kann bert røkka okkara áhugamálum við tínari hjálp.

Ein atkvøða fyri mær er ein atkvøða fyri ítøkiligum málum og loysnum.

Erling Mørkøre
valevni fyri Fólkaflokkin