Mín krýnika 10: Frá útróðri til toskakríggj

Jógvan Arge hevur givið enn eina bók út í røðini av krýnikum

Jóannes Hansen
26. september 2024 kl. 22:22

Lagt verður fyri við Jákupi Fr. Øregaard, sum á ungdómsárum fiskaði nógv við Ísland og eitt summar róði út á Vattarnesi. Birtu Jógvan í Miðvági sigur frá vandafullu heimferðini við „Vaagen“ í 1888. Jákup bóndi á Biskupsstøð sigur frá útróðri á Seyðisfirði og bátum, sum hann smíðaði bæði føroyingum og íslend ingum.

Tríggir brøður úr Grótinum vóru leingi á Seyðisfirði. Teir vóru Jógvan, Klávus og Christian í Grótinum, sum saman við øðrum fingu deksbátin „Havfrúnna“ smíðaðan. Hann var fyrsta føroyska far, sum sigldi við motori millum lond. Á Eysturlandinum var norski Otto Wathne nógv úti um seg og bæði kvinnur og menn úr Føroyum arbeiddu hjá honum.

Í bókini er nógv nýggj vitan um føroysku útróðrarplássini á Eysturlandinum, sum føroyingar brúktu frá 1875 til 1949. Teir, sum vóru norðuri á Skálum, hildu seg tjena góðar pengar. Leirvíkingar hildu seg liggja væl fyri á Vattarnesi. Stundum royndust eisini Bakkafjørður, Seyðisfjørður, Norðfjørður og onnur pláss væl.

Føroyingar fóru at fiska við íslendskum trolarum í 1950-unum, tá okkara floti minkaði. Við teimum tjentu føroyingar væl til 1959, tá íslendingar aftur fóru at pilka við krónuna, sum gjørdi úrtøkuna ov lítla í føroyskum pengum. Í 1955 vóru heilir 13 føroyingar við trolaranum „Jón Baldvinssyni“, tá hann fór á land á Reykjanesi. Allir vórðu bjargaðir.

Íslendingar stríddust samstundis fyri 12 fjórðinga fiskimarki. Fyrsta toskakríggið var ein bardagi upp á lív og deyð hjá íslendsku tjóðini. Skuldu teir megna at stýra landinum sjálvir, máttu teir eisini stýra tilfeinginum kring landið.

Fiskimarkið fór út á 12 fjórðingar í 1958. Tá brast fyrsta toskakríggið á. Flestu lond, sum fiskaðu undir Íslandi, góðtóku útflytingina, men bretar sendu fleiri herskip til Íslands at verja sínar trolarar fyri íslendsku sjóverjuni. Bretsku trolararnir høvdu boð heimanífrá um at fiska innanfyri nýggja markið, sum einans Bretland ikki hevði góðtikið.