Mikukvøldið breyt Jákup bein í fótinum

Framrættaði EB/Streyma spælarin verður ikki at síggja á vøllinum aftur í ár

Jóannes Hansen
29. september 2023 kl. 16:58

Mikukvøldið var KÍ í Hólmanum á Eiði, har klaksvíkingar við 2-0 sigri tóku stórt stig ímóti FM heitinum, sum teir kanska longu sunnudagin hava møguleika at tryggja sær.

Heimaliðið var illa rakt av skaðum, og støðan varð uppaftur verri, tá ið ein stórur hálvur tími var farin. Tá noyddist Jákup Hummeland av vøllinum. Hann plagar at vera framrættaður, men mikukvøldið var hann vongverji í høgru, nú tað var neyðugt við broytingum, tí fleiri av føstu verjuspælarunum ikki vóru tøkir.

Tað vísti seg, at eitt bein í fótliðnum er brotið, og tað ber við sær, at Jákup Hummeland ikki verður at síggja aftur á vøllinum í ár. Hann fer næstu fimm vikurnar at ganga í serligum stivla.

19 ára gamli Jákup Hummeland hevur verið við í 19 dystum í ár, og hann hevur sambært faroesoccer.com spælt við í 49 landskappingardystum í bestu deildini og í fimm dystum í kappingini um løgmanssteypið.

Mikukvøldið var tað Elias Isaksen, sum loysti Jákup Hummeland av. Hetta var fyrsta ferðin, at 19 ára gamli Elias Isaksen royndi seg í bestu deildini. Hann hevur spælt 60 dystir í næstbestu deildini. Teir flestu fyri barndómsfelagið Víking. Í summarsteðginum í ár flutti hann úr Víkingi og til EB/Streym. Hann er triði víkingurin, sum í ár royndir seg í EB/Streymi. Hinir báðir eru 20 ára gamli Bergur P. Poulsen, sum hevur vunnið plássið á høgra vongverja í bestu deildini, og álopsspælarin Rani Hansen, sum mikukvøldið var millum teir fyrstu ellivu. Hann var framrættaður í vinstru.

Sunnudagin klokkan 15 fer EB/Streymur at spæla á útivølli ímóti TB.