Mikkjal Thomassen gevst í KÍ

Klaksvíkar Ítróttarfelag boðar frá, at Mikkjal Thomassen gevst í felagnum og tekur við útlendskari avbjóðing

(Mynd: Klaksvíkar Ítróttarfelag)
Sigurjón Einarsson
1. november 2022 kl. 09:23

Klaksvíkar Ítróttarfelag skrivar á heimasíðu sínari, at Mikkjal Thomassen tekur við útlendskari avbjóðing.

Norðlýsið skrivar, at norska felagið Frederikstad fer at hava tíðindafund nú fyrrapartin, og tá verður Mikkjal væntandi kunngjørdur.

Heimasíðan hjá KÍ skrivar, at “Mikkjal hevur javnan fingið boðið útlenskt venjarastarv, og nú hevur eitt útlenskt felag við fríkeypsklausuli loyst hann úr sáttmálanum við KÍ.

Við tøkk fyri tað ómetaliga stóra arbeiðið í gjøgnum hesi átta árini ynskir KÍ Mikkjali bestu eydnu við næstu avbjóðingini.

KÍ er farið í holt við tilgongdina at seta nýggjan høvuðsvenjara. Málið er at seta ein vælskikkaðan leiðara við fakligum fótbóltsroyndum á høgum stigi. Hetta skal gerast við nærlagni og tekur tað tíð, sum krevst”.

Kom í andglettin
Tað var miðskeiðis í september, at Mikkjal Thomassen kom í fokus, eftir at hann hevði framt harðskap í náttarlívinum í Havn.

- Eg eri ógvuliga harmur um mín atburð í býnum, og eg havi givið einum fótbóltsspælara hjá Víkingi, sum eg við vissu veit, at eg havi verið ófantaligur ímóti, eina treytaleysa umbering, sum viðkomandi tók ímóti, og eg havi eisini biðið liðformannin hjá Víkingi um umbering fyri hesa hending, segði Mikkjal Thomassen við Dimmalætting 26. september.

Dimmalætting veit í hvussu er um fýra mans – ein fótbóltsdómara, sum dømir í Betri Deildini, ein spælara hjá Víkingi í Betri Deildini, sum Mikkjal Thomassen sjálvur nevnir, ein kringvarpsjournalist og ein málmansvenjara – sum allir fingu svian at føla frá illa KÍ-venjaranum.

Allir vildu teir ynskja honum til lukku við nývunna meistaraheitinum hjá KÍ, men vórðu møttir við illbønum, hóttanum og sløgum á bringuna við knýttum neva.

Les meira: KÍ-venjarin framdi harðskap í býnum

Um hetta hevur verið avgerandi fyri avgerðina at taka við øðrum starvi er óvist, men áður hevur verið útlendskur áhugi fyri Mikkjali Thomassen, ið hevur gjørt tað framúr gott sum KÍ-venjari.