Mynd: Fredrikstad FK
Mikkjal Thomassen besti venjari í Eliteserien í mai
Føroyski venjarin hjá Fredrikstad FK er valdur til besta venjara í Eliteserien í mai mánaði
Fríðmundur Nattestad
4. juni 2024 kl. 20:00
Tað gongur væl hjá norska felagnum Fredrikstad FK, har Mikkjal Thomassen er venjari, og sum hevur føroysku landsliðsleikararnar, Brand Hendriksson Olsen og Jóannes Bjartalíð, í hópinum.
Felagið flutti upp í bestu deildina í Norra, Eliteserien, farna kappingarár, og eftir at liðið var tað besta í deildini í mai mánaði, liggur Fredrikstad í løtuni á 3. plássi. Góðu avrikini í mai mánaði hava nú ført við sær, at Mikkjal Thomassen hevur fingið handa heiðurin sum besti venjari í deildini í mai mánaði.
Umframt at liðið liggur á einum 3. plássi, so er Fredrikstad eisini í fjórðingsfinaluni í norsku steypakappingini.