Stóra søgan í norskum fótbólti í morgun er, at Mikkjal K. Thomassen ikki longur er venjari í Frederikstad og harvið hjá Jóannesi Bjartalíð og Brandi H. Olsen.
Spælararnir hava fingið boðini í morgun, skriva norsku miðlarnir.
Í tíðindaskrivi takkar Mikkjal K. Thomassen viðhaldsfólkunum hjá FFK fyri tíðina, álitið og kærleikan.
-Eg eri tykkum óendaliga takksamur. Felagið er í góðum hondum. Haldið fram við at liva dreymin, verður Mikkjal endurgivin fyri at siga.
Mikkjal K. Thomassen hevur verið venjari í Fredrikstad FK síðani í november 2022. Tað hevur gingið heilt væl. Felagið flutti upp úr næstbestu deildini og kappast nú millum tey bestu í Norra.
Norskir og svenskir miðlar siga seg vita, hví Mikkjal nú biður farvæl í Fredrikstad.
Hann hevur tikið av tilboði at venja svenska stórfelagið AIK Stokholm.
Fyribils venjari hjá Fredrikstad verður hjálparvenjarin Andreas Hagen.