Tað var toppdystur í næstbestu norsku fótbóltsdeildini í dag. Fredrikstad, har Mikkjal Thomassen er venjari, hevði vitjan av Kongsvinger. Nummar tvey við 28 stigum hevði vitjan av nummar eitt við 30 stigum, og tað var fullsett – 5000 áskoðarar – í góða norska summarveðrinum.
Tveir føroyingar – Brandur Hendriksson Olsen og Jóannes Bjartalíð – vóru millum teir fyrstu ellivu hjá Fredrikstad, sum var ósigrað – sjey sigrar og sjey javnleikir.
Úrslitið varð 1- 1, og ivaleyst iðra teir í føroyingafelagnum seg, tí teir løgdu seg á odda tríggjar minuttir eftir steðgin, og teir vóru á odda, inntil tað restaðu tríggir minuttir.
Brandur H. Olsen varð skiftur út beinanvegin eftir steðgin, meðan Jóannes Bjartalíð alla tíðina var annar av framherjunum hjá Fredrikstad. Hann var við í uppspælinum til 1-0 málið, sum Riki Albs, álopsfelagin hjá Jóannesi Bjartalíð stútaði, eftir innlegg frá Boubacar Konté, sum hevði avloyst Brand H. Olsen.
Leiðslan hjá Fredrikstad helt inntil í 87. minutti, tá ið Kongsvinger javnaði.
Nú er summarfrí fram til 4. august, tá ið Fredrikstad fer at spæla á útivølli ímóti Skeid.