Mikkel heldur fram í HB

HB og Mikkel Dahl hava skrivað undir uppá, at samstarvið teirra millum heldur fram í 2024

Jóannes Hansen
17. januar 2024 kl. 22:13

Tað hevur verið óvist, hvussu tað fór at verða við framtíðini hjá Mikkel Dahl. Í heyst ljóðaði, at hann fór ikki at halda fram í HB, men síðani ljóðaði, at møguleiki var fyri, at HB og álopsspælarin fóru at halda fram við samstarvinum.

Í kvøld boðar HB frá, at nýggjur sáttmáli er undirskrivaður við Mikkel Dahl, sum er í Danmark í vetrarfrí, men sum í hesi vikuni verður aftur í Føroyum.

30 ára gamli Mikkel Dahl var millum teir drúgvastu á HB liðnum í fjør. Hann var við í øllum landskappingardystunum og tilsaman í 33 dystum, og hann skoraði 17 mál.

Mikkel Dahl kom fyrstu ferð til HB á sumri í 2020, og hann var í felagnum til kappingarlok í 2021 og so aftur í fjør. Í bestu landskappingini hevur hann spælt 65 dystir og skorað 56 mál. Í landskappingini hevur hann spælt 8 dystir og skorað 2 mál, hann hevur spælt ein stórsteypadyst, og í europeisku kappingunum hevur hann spælt 7 dystir og skorað eitt mál.