Seinasti leiðarin í Sovjet og samstundis fyrsti forsetin í Russlandi, Mikhail Gorbatjov, doyði í gjárkvøldið 91 ára gamal.
Gorbatjov var við sínum reformum viðvirkandi til, at jarntjaldið fall og eystantjaldslondini upploystu. Fyri hetta fekk hann eina Nobel-friðarheiðursløn í 1990.
Gorbatjov stjórnaði Sovjetsamveldinum fram til 1991, tá samveldið skrædlaði. Hann er best kendur fyri at nútímansgera búskapin í Sovjet og innførdi – ella royndi at innføra – gjøgnumskygni í politisku skipanini undir heitunum: “Glasnost” og “perestrojka”
“Glasnost” merkir gjøgnumskygni og “perestrojka”, handlaði um broytingina av búskapinum í Sovjet.
Hann stóð saman við Ronaldi Reagan fyri avdubbing av kjarnorkuvápnum seinast í 1980-unum, og saman fingu teir báðir heiður og æru fyri at verið viðvirkandi til, at kalda kríggið endaði.
Gorbatjov var nógv virdur í vesturheiminum, men tað var hann ikki í Russlandi, eftir at hansara umskapan av búskapinum í Sovjetsamveldinum miseydnaðist, sum var viðvirkandi til, at fíggjarkreppan í landinum gjørdist enn verri.
Ein nógv brúkt russisk orðing sigur, at broytingarnar hjá Gorbatjov byrjaðu eitt skriðulop, ið hann sjálvur misti tamarhaldið á.
Tað eru ikki nógvar upplýsingar kring deyða Gorbatjovs, bert tað, at hann ynskti at verða jarðaður við síðuna av konuni, Raisa, í Moskva.
Staðið saman við USA um rúmdarverur komu á jørðina
Her er ein áhugaverd samrøða, ið Mads Brügger hevði við Mikhail Gorbatjov, har hann millum annað greiðir frá, tá hann og Ronald Reagan tosaðu saman - í samband við toppfund í Geneve, nær stórveldini fóru at standa saman.
Ronald Reagan: - Um rúmdarverur komu á jørðina og lupu á okkum, so hevði Sovjetsamveldið staðið saman við USA, ikki so?
Mikhail Gorbatjov: - Jú, tað høvdu vit nokk.