Friðarheiðurslønavinnarin frá 1990, Mikhail Gorbatjov, verður 90 ár í dag. Hann hátíðarheldur dagin heima við hús, tí hann hevur valt at verið í sóttarhaldi heima við hús, meðan koronafarsóttin hevur havt sína gongd í Russlandi.
- Hann er eisini troyttur at øllum avmarkingunum, eins og vit onnur, sigur talsmaðurin fyri Gorbatjov-grunnin, Vladimir Polyakov, sambært AFP.
Gorbatjov stjórnaði Sovjetsamveldinum fram til 1991, tá samveldið skrædlaði. Hann er best kendur fyri at nútímansgera búskapin í Sovjet og innførdi – ella royndi at innføra – gjøgnumskygni í politisku skipanini: “Glasnost” og “perestrojka”
“Glasnost” merkir gjøgnumskygni og “perestrojka”, sum handlaði um broytingina av búskapinum í Sovjet.
Hann stóð saman við Ronaldi Reagan fyri avdubbing av kjarnorkuvápnum seinast í 1980-unum, og saman hava teir báðir fingið heiður fyri at verið viðvirkandi til at kalda kríggið endaði.
Gorbatjov er nógv virdur í Vesturheiminum, men tað er hann ikki í Russlandi, eftir at hansara umskapan av búskapinum í Sovjetsamveldinum miseydnaðist og gjørdi tað, at fíggjarkreppan í landinum gjørdist enn verri.
Ein nógv brúkt russisk orðing sigur, at broytingarnar hjá Gorbatjov byrjaðu eitt skriðulop, ið hann sjálvur misti tamarhaldi á.