Mikael Wiehe biðjur farvæl

Ein av størstu og týdningarmiklastu songskrivarunum innan svenskan tónleik biðjur farvæl til sínar fjepparar og lívið á landavegnum við síni seinastu stóru konsertferð. Eisini føroyingar sleppa at siga farvæl við svenska tónleikaranum í Norðurlandahúsinum, tá hann spælir konsert í Føroyum fríggjadagin tann 2. september klokkan 20

Mikael Wiehe. (Mynd: Adam Haglund)
Tíðindaskriv
29. apríl 2022 kl. 19:55

Í eitt hálvt árhundrað eru tað tvey ting, ið hava lýst listaligu ferðina hjá Mikael Wiehe: tann æviga ferðin - konsertferðin uttan enda – og dreymurin um ein betri heim. Fyrr nevnda er skjótt komin til sítt evsta ferðamál, meðan síðst nevnda er ein stremban, ið aldrin heldur uppat hjá svenska tónleikaranum og songskrivaranum.

Tá ið Mikael Wiehe enn einaferð fer á landavegin í 2022, verður tað seinasta konsertferðin hjá fólkakæra ferðaskaldinum. Tað verður eitt farvæl til eitt elskað, men kravmikið konsertferðalív, sum hevur verið partur av virkinum hjá Wiehe, síðan fyrsta møti við áskoðarunum sum forsangari í Hoola Bandoola Band í 70’unum. Eitt eymt samband millum tónleikara og áhoyrarum, sum fylgdu Wiehe inn í hansara solokarrieru. Síðan tá hava tað verið túsundtals konsertir kring Norðurlond og meira enn 40 útgávur, samstundis sum hann varðveitti eina sterka positión sum ein umráðandi rødd í samfelagskjakinum.

Mann kann saktans unna Wiehe, nú sum 75 ára gamal, at trappa niður aftaná sína seinastu stóru konsertferð í Skandinavia. Men hvat hendir so aftaná?

Sjálvt um Wiehe sigur farvæl við lívið á landavegnum, fer hann ikki at binda frið. Áðrenn konsertferðina í nýggja árinum, hevur hann eisini útgivið eina spildurnýggja útgávu, ‘Den siste mohikanen’.

”Det är en resa som inte har något slut / Och våra drömmar / Våra drömmar har vi kvar / På livets stora hav”

– Mikael Wiehe, På livets hav (2021)