Ferðlsan hevur fyri tað mesta verið úr 07 Vestur. Norski venjarin Lars Arne Nilsen fer ikki at halda fram, og tað er greitt, at fýra av teimum, sum síðsta kappingarár vóru lyklaspælarar, ikki fara at halda fram. Teir eru málverjin Ari í Haraldstovu Petersen, miðverjin Daniel Obbekjær, miðvallarin Magnus Holm Jacobsen og álopsspælarin Uros Stojanov.
Í morgun boðar 07 Vestur frá, at felagið saman við Eiler Fróðason hevur skrivað undir nýggjan sáttmála, ið ber við sær, at miðverjin verður í hvussu so er tvey tey næstu árini í barndómsfelagnum.
Farna kappingarár var Eiler Fróðason miðverji saman við Dánial Paula Lervig og Daniel Obbekjær, sum var fyrsta val. Hann er nú burtur, og harvið eigur møguleikin at vera størri hjá Eiler Fróðason at verða lyklaspælari.
20 ára gamli Eiler Fróðason 17 ára gamal, tá ið hann 7. mars í 2021 fyrstu ferð var við í landskappingardysti í bestu deildini. Hann hevur sambært faroesoccer.com spælt 51 landskappingardystir í bestu deildini og 10 dystir í kappingini um løgmanssteypið.
Enn er ikki greitt, hvør verður nýggjur venjari hjá 07 Vestur. Á ársaðalfundinum mánakvøldið upplýsti formaðurin Jón Nordendal, at tað er stórur áhugi fyri starvinum, og at felagið skjótt fer at seta nýggjan venjara.
2023 var besta árið yvirhøvur hjá 07 Vestur í landskappingini. Felagið endaði á fimta plássi við 40 stigum.