Miðstættin veksur við nógvari ferð

Heimsins íbúgvar gerast alsamt betur fyri fíggjarliga

Hjalte Zacharewicz og Lív Reynheim
1. juni 2018 kl. 10:56

Ein umfatandi kanning hjá amerikanska hugskotsbankanum Brookings Institution vísir á, at miðstættin veksur við nógvari ferð. Í løtuni fevnir hon um heili 3,2 milliardir fólk, og er hetta 500 milliónir fleiri enn forsøgnir hjá ST vildu vera við.

140 milliónir menniskju gerast hvørt ár partur av miðstættini, og granskarar vænta, at tað fer at hækka til umleið 170 milliónir um fimm ár. Mangar eru skilgreiningarnar av miðstættini, men sambært ST fevnir stættin um eitt húski, har øll hava eina inntøku millum 10 og 100 amerikanskar dollarar um dagin.

Í altjóða høpi hevur ein størri miðstætt við sær bæði fyrimunir og vansar fyri náttúru og umhvørvið. Eitt nú dálkar bólkurin væl meiri enn undirstættin, men samstundis kann gongdin eisini verja umhvørvið fyri dálking, tá samanumkemur. Hetta greiðir viðurkendi búskaparfrøðingurin Homi Kharas, ið stendur fyri kanningini, nærri frá: “Ein vaksandi miðstætt er tætt knýtt at urbanisering, og vit vita, at tað er orkusparandim tá fólk búgva í tættbygdum býarøkjum. Harafturat kann ein størri miðstætt í longdini fáa fólkavøksturin í javnvág, tí fólk, ið hoyra til stættina, fáa færri børn. Og merkir hetta, at enn fleiri fólk í framtíðini kunnu vænta sær eitt betri, sunnari og longri lív – og tað kunnu børnini hjá teimum fyri tað eisini.”

Tað er serliga í Asia, at framgongdin hjá miðstættini hevur tikið dik á seg. Út av teirri milliardini av menniskjum, sum væntandi stíga inn í miðstættina komandi árini, koma heili 88 prosent úr Asia: 380 milliónir úr India, 350 milliónir úr Kina og 210 milliónir úr øðrum londum í heimspartinum. Men hóast framgongdin er serliga eyðsýnd í Asia, so sæst miðstættin eisini vaksa skjótari enn mett varð í Afrika, Suðuramerika og í Miðeystri, sigur Homi Kharas.

Brookings Institution metir, at miðstættin um fimm ár fer at telja fýra milliardir menniskju. Sostatt kann meiri enn helmingurin av heimsins íbúgvum verða partur av miðstættini longu um tvey-trý ár. Framgongdin hjálpir fólki í hópatali at koma burtur úr fátækradømi og gevur teimum frælsi. Men hon krevur samstundis av okkum, sum liva í teim mest framkomnu londunum, at vit taka okkara livivanar til eftirtektar.