Miðskeiðisvalið í USA er meira spennandi enn væntað frammanundan. Valið fevnir bæði um Umboðsmannatingið og Senatið.
Einki er avgjørt enn, og tað kann vera at veljararnir skulu bíða leingi eftir endaliga úrslitinum.
Kann leggja Biden lamnan
Í løtuni sita demokratiski flokkurin við meiriluta í báðum kømrunum í Kongressini. Missa demokratarnir meirilutan í einum kamari, verður tað torført hjá forsetanum at fáa politikkin hjá flokkinum samtyktan.
Veljarakanningar undan valinum hava víst at republikanararnir lógu til at vinna meirilutan í báðum kømrunum. Tað er ikki hent, hóast teir liggja til at vinna meiriluta í Umboðsmannatinginum. Í Senatinum er tað tætt millum partarnar. Demokratarnir hava í løtuni 48 limir valdar inn, meðan republikanararnir hava ein færri.
Tveir statir avgerða
Amerikanska blaðið, New York Times, sigur at Nevada og Gerogia fara at avgerða hvør fær meirilutan í senatinum, tí at tað eftir øllum at døma verða 49 limir valdir fyri hvønn vong áðrenn hesar báðar statirnar. Republikanararnir eru sostatt noyddir at vinna báðar statirnar fyri at vinna meirilutan, tí at varaforsetin í landinum avgerð um tað stendur á jøvnum.
Tað er umleið 35.000 atkvøður ímillum partarnar í Georgia, eftir fýra milliónir atkvøður vóru taldar.
Í Nevada er umleið 70 prosent av atkvøðunum taldar, og tað kann fara báðar vegir, skrivar New York Times.
Verri enn væntað hjá republikanarunum
Áðrenn valið væntaðu nógv at tað fór at koma ein sokallað “reyð alda” til valið. Reytt er liturin hjá republikanarunum, og tað var spátt, at hendan aldan fór at bróta á Kongressina í USA til hetta valið.
Soleiðis hevur ikki verið. Tíðindafólki hjá Danmarks Radio í USA, Steffen Kretz, sigur at tað hevur tikið fólk á bóli.
– Tað er nógv javnari enn væntað. Demokratarnir standa enn, og eru ikki skolaðir út av hesi reyðu alduni, sigur hann við heimasíðuna hjá Danmarks Radio.