Miðskeiðisval í USA: Obama skal bjarga demokratunum

Joe Biden hevur ikki staðið seg væl, í valstríðnum undan miðskeiðisvalinum, sum verður týsdagin. Tískil hava Demokratarnir nú sett ein annan tungvektara fram í sambandi við Miðskeiðisvalið í USA. Talan er um fyrrverandi amerikanska forsetan, Barack Obama. Hetta hevur eydnast væl, tí Barack Obama tykist at hava fingið fólkið við sær.

Mynd: Ritzau
Marjun Manuela Behrens
6. november 2022 kl. 09:17

Týsdagin, 8. novembur, fara veljarar í USA á miðskeiðisval. Miðskeiðisval er val í USA, tá forsetaskeiðið er hálvrunnið.

Í løtuni hevur flokkurin hjá Joe Biden, Demokratarnir, meirilutan í báðum kømrunum í Kongressini. Um kappingarneytarnir, Republikanararnir, fáa meirlutan í bara einum av teimum báðum kømrunum, kann tað leggja politisku dagsskránna hjá Biden lamna.

Miðskeiðisvalið er samstundis tað fyrsta tjóðarvalið í USA síðani forsetavalið í 2020, som elvdi til stríð á Kongressini 6. januar 2021. Ein meirluti af republikansku veljarunum góðkenna framvegis ikki úrslitið av valinum. Valið verður tískil ein avgerandi roynd fyri amerikanska fólkaræðið, sum umleið 70% av veljarunum meta vera hótt.

Lasse Engelbrecht, uttanlandsreportari hjá DR greiðir frá, at Joe Biden í løtuni ikki er væl dámdur av amerikanska fólkinum, og skjótt 80 ára gamli forsetin megnar ikki at fanga vejlaraskarðan hjá Demokratunum í valstríðnum. Talurnar, sum hann hevur borið fram, hava ikki fangað lurtaran. Hann fortelur eisini, at Biden fyri stuttum helt eina røðu á einum skúla, og fleiri næmingar fóru avstað og fleiri sovnaðu. Umframt tað, megnaði Biden ikki at tosa týðiligt og fonglaðist við orðunum.

Av hesum orsøkum hava Demokratarnir nú sett fram tungvektaran, Barack Obama, sum, mótvegis Biden, hevur borið fram fleiri talur, ið hava fingið góða móttøku í øllum USA. Túsundatals av fólki koma til valfundir, tá Obama er til staðar.

Lasse Engelbrecht greiðir frá, at Obama er koyrdur í valstríðið sum eitt alternativ fyri Biden, sum ikki hevur havt nakra merkisverda orku til valfundirnar. Tað hevur Obama harafturímóti. Engelbrecht greiðir frá, at hann hevur fylgt Obama, síðani hann stillaði upp í 2008, og hann hevur sjáldan sæð hann givið seg so nógv, sum hann ger nú.

Republikanararnir hava tó eitt samsvarandi vápn í valstríðnum, sum kunnu fáa stemmurnar í svingstatunum at fella til teirra fyrimun. Her er talan um fyrrverandi forsetan, Donald Trump, sum eisini hevur boðið seg fram í miðskeiðisvalstríðnum.

Lasse Engelbrecht greiðir frá, at Trump, eins og Obama hevur ætlanir um at fáa veljarar í sín part, og so hevur hann eisini varhuga av, at Trump stillar upp aftur til forsetavalið í 2024.

Kelda: Dr.dk