Miðlunum tørva hjálp

Sirið Stenberg, landsstýriskvinna við mentamálum, legði í dag uppskot fram um nýggjan public service-sáttmála millum KvF og mentamálaráðið

Árni Gregersen
22. februar 2024 kl. 20:24

Miðlarnir í Føroyum hava tað tungt og eru ikki serliga væl fyri fíggjarliga.

Tað kom fram, tá ið landsstýriskvinnan við mentamálum legði uppskot fram í tinginum um nýggjan public service-sáttmála.

Landsstýriskvinnan vísti á, at Kringvarpið er í harðari kapping við útlendskar rásir og stroymingartænastur, og at hetta gongur útyvir føroyska málið og føroyskan siðaarv.

Tað er tí neyðugt, at Kringvarpið tekur hesar avbjóðingar upp - og tað fer Kringvarpið eisini at gera. Kringvarpið og miðlar annars eru partar av, at okkara fólkaræði virkar og at borgarar í landinum eru ílatin til at taka avgerðir í samfelagnum.

Sirið Stenberg vísti eisini á, at Kringvarpinum tørvar pengar, tí gjaldið ikki er hækkað í fleiri ár.

Landstýriskvinnan vísti eisini á, at privatu miðlarnir eru trýstir fíggjarliga.

- Tað er ein sannroynd, at miðlalandslagið er nógv broytt seinastu árini. Privatu miðlarnir eru undir stórum trýsti, og tí eri eg eisini fegin um, at játtanin til miðlastuðul er økt í ár. Eg eri farin undir at endurskoða verandi miðlastuðulsskipan fyri at vita, um tað ber til at fáa eina enn betri skipan til gagns fyri privatu miðlarnar, miðlalandslagið sum heild og sostatt eisini fyri fólkaræðið og fólkið, segði landsstýriskvinnan í dag í Løgtinginum.